Fróðskaparrit - 01.01.1985, Síða 87

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Síða 87
PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVÍKJANDI 91 Koch, Bent Eske (f. 1926). Danskur jarðfrøð- ingur. Mag. scient. (jarðfrøði) 1952. Starv- aðist á Geologisk Institut 1952-60. Síðan 1960 deildarleiðari á jarðfrøðideildini við Árhus Universitet. Hevur ikki ferðast í Føroyum, men navngreint tilsent tilfar. Konoy, Simon Pauli úr (1876-1956, f. í Kunoy). Læraraprógvúr Havn 1896. Lærari í Kunoy og aðrastaðni, 1905-1945 í Gøtu. Kruuse, Anthon (1921-1983, f. á Eiði). Land- búnaðarfrøðingur. Cand. agro. 1951. Licentiat 1953. Starvaðist á Den kgl. Veterinær- og Landbohøjskole. Arbeiddi serliga við kornsløgum, og í 1967 eydnaðist honum nakað, sum eingin fyrr hevði greitt: at fáa fræ og plantur burtur úr blandingi av rugi og byggi. Hetta vakti miklan ans millum starvsfelagar. Var kendari í útheim- inum, t.d. í U. S. A., enn í Danmark. Kúchler, Carl. Týskur ferðafrásøgumaður. 7/7-1911 kom til Føroya við MS Botniu at skriva bók um Føroyar og ferðaðist her í umleið ein mánað. Hevði frammanundan skrivað vælumtóktar bøkur um ísland. Kurtz, F. Týskur plantufrøðingur. Navn- greindi tær plantur, sum jarðfrøðingurin Konrad Keilhack savnaði í Føroyum (í Streymoynni og Suðuroynni) summarið 1883. Laloy, L. Franskur landafrøðingur. Landt, Jørgen (1753-1804). Danskur prestur. Sóknarprestur í Føroyum 1791-98. Síðan prestur á Bornholm. Lange, Bodil (f. 1918). Danskur plantufrøð- ingur. Cand. mag. (plantufrøði) 1946. Undirvísingar- og kanningararbeiði á Danm. tekniske Højskole, Danm. farma- ceutiske Højskole. Serfrøðingur í mýri- mosum (Sphagnum). Hevur ferðast í Før- oyum fleiri ferðir, m.a. í 1961. Lange, Morten (f. 1919). Danskur plantu- frøðingur. Cand. mag. (plantufrøði) 1945. Dr. phil. 1952. Professari við Keypmanna- havnar universitet 1958. Rektari 1976-79. Serfrøðingur í soppum. Hevur fleiri ferðir verið í Føroyum, m.a. í 1961. Eisini kendur sum politikari (Socialistisk Folke- parti). Larsen, Kai (f. 1926). Danskur plantufrøð- ingur. Cand. mag. (plantufrøði) 1952. Pro- fessari í plantufrøði við Árhus Universitet síðan 1963. Laufeld, Sven (f. 1939). Svenskur jarðfrøð- ingur. Fil. dr. 1974. Statsjarðfrøðingur 1977-83 við Sveriges geologiska Under- søkning. Síðan 1984 Avdelingsdirektør við sama stovn. Vitjaði tríggjar vikur í Føroy- um summarið 1964. Lewinsky, Jette (f. 1948). Danskur plantufrøð- ingur. Cand. scient. (plantufrøði) 1973. Lektari á Botanisk Museum. Var í Før- oyum í 1973. Lindau. Týskur plantufrøðingur, sum um- mælti grein Rostrups um soppar í Botany of the Færoes. Lindsay, W. Lauder. Enskur plantufrøðingur. Serkønur í skónum. Var í Islandi og Før- oyum og kannaði skónir í juni 1860. Lomholt, Jens Peder (1860-1942). Danskur heryvirmaður. Arbeiddi sum loytnantur í Generalstaben, tá teir gjørdu kortlegg- ingararbeiði í Føroyum 1895-98. Fór í 1904 úr herinum og tók landmátaraprógv
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.