Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 89

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 89
PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVlKJANDI 93 1909. Skúlalærari í Nykøbing F. síðan 1919. Ferðaðist í Føroyum juni-okt. í 1938 at kanna soppar. Nicol, James (1810-1879). Enskur ella skotskur jarðfrøðingur. Tykist at hava skrivað bók sína eftir øðrum keldum og ikki eftir egnum rannsóknum. Nielsen, Ejner Halfdan Steemann (f. 1907). Danskur plantufrøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1931, dr. phil. 1934. Síðan 1935 vísindaligur hjálparmaður á Farma- ceutisk Læreanstalt, og professari har 1944. 1969-1977 professari i vatnlívfrøði við Keypmannahavnar universitet. Serfrøð- ingur í plantuæti. Hevur verið við á mongum havrannsóknarferðum, eisini kring Føroyar. Nielsen, J. Sander (f. 1922). Danskur urta- garðsfrøðingur. Cand. hort. 1946. Ráðgevi fyri De danske Haveselskaber. Var í Føroyum og gav fólki vegleiðing um urta- garðsrøkt í 1972. Noe-Nygaard, Arne (f. 1908). Danskur jarð- frøðingur. Mag. scient. (jarðfrøði) 1933, dr. phil. 1937, professari við Keypmanna- havnar universitet 1942-78. Stóð fyri jarðfrøðiligu kortleggingini av Føroyum saman við Jóannesi Rasmussen. Nordhagen, Rolf(1894-1979). Norskurplantu- frøðingur. Professari í Bergen 1925-45 og i Oslo 1946-1964. Nordhagen navngreindi saman við Omang tær plantur, sum Olaf Hanssen hevði savnað í Føroyum í 1926. Nyholm, Ivar (f. 1915). Danskur urtagarðs- frøðingur. Cand. hort. 1941. Fyristøðu- maður á plantuskúlum hjá Hedeselskabet og hevur m. a. fingist við at útvega plantur til føroysku viðarlundirnar. Omang, S. O. F. (1867-1953). Norskur plantu- frøðingur. Cand. real. (plantufrøði) í 1895. Navngreinđi saman við Nordhagen før- oyskar plantur innsavnaðar av Olaf Hanssen. Óskarsson, Ingimar (1892-1981, f. í íslandi). Lærari ymsastaðni í Islandi. Lærari við Mentaskúlan á Akureyri, umsjónarmaður við Lystigarðin. Heiðursdoktari við Há- skóla Islands 1977. Navngreindi tær smyr- ilsurtir, sum Rasmus Rasmussen hevði savnað. Ostenfeld, Carl Emil Hansen (1873-1931). Danskur plantufrøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1897, doktararitgerð 1906: Om Plantevæxten paa Færøerne. í 1900- 1918 inspektørviðBotaniskMuseum. 1918- 23 professari í plantufrøði við Landbohøj- skolen. I 1923 uttan umsókn tilnevndur professari í plantufrøði við Keypmanna- havnar universitet. Doyði bert 57 ára gamal eftir stutta sjúkralegu. Sera arbeiðssamur og gløggur maður og var mettur sum tann fremsti danski plantu- frøðingurin í síni tíð. í 1897 og 1903 var hann í Føroyum í sambandi við ta stóru kanning, ið fór fram tey árini. Urslitið var verkið Botany of the Færoes. Ostenfeld var í hesum virki ein drívandi kraft. Aftan á hesi arbeiði var hann virkin í Danmark og gjørdi eisini rannsóknarferðir til mong lond. Umframt blómuplantum var hann eisini serkønur í plantuæti. Patursson, Jóannes (f. 1866-1946, f. í Kirkjubø).Bóndi. FóráStendí 1882ogvarð landbúnaðarfrøðingur haðani. Var á Ás í Noregi í 1891. Festi Kirkjubøar garð í 1892 og hevði royndarbrúk og landbúnaðarskúla í Kirkjubø 1892-98. Fyrsti næmingur var Mads Lútzen. Jóannes Patursson fekk Flensborg at koma til Føroya at kanna
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.