Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 90

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 90
94 PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVÍKJANDI møguleikarnar at gera eina viðarlund í Kirkjubø. Hetta var byrjanin til tað træ- plantingararbeiði, sum Flensborg síðan kom at skipa fyri í Føroyum. Eisini politikari og skald. Patursson, Olaf Gazet (1879-1970, f. í Kirkju- bø). Bóndi og urtagarðsmaður. Var fyrst á landbúnaðarskúla hjá Jóannesi Paturssyni, síðan á Askov háskúla. Seinni á Landbo- højskolen, men gavst vegna sjúku. Gazet var eisini á Stend landbúnaðarskúla og á plantuskúla í Grude á Jæren. Fekst við plantunøvn saman við Rasmusi Rasmus- sen. Kannaði annars serliga skordýr og gjørdi har týdningarmiklar eygleiðingar. Plantusavn gjørdi hann eisini, tað liggur hjá abbasoninum Ólavi. Gazet gjørdi altíð royndir og kanningar — so at siga til tað seinasta, men tíverri er lítið og einki skrivað um hetta. Patursson, Páll (1894-1967, f. í Kirkjubø). Bóndi. Var á Stend landbúnaðarskúla 1914- 16 og landbúnaðarfrøðingur haðani. Patursson, Sjúrður (1902-1971, f. í Kirkjubø). Bóndi og seyðaráðgevi. Var á Stend land- búnaðarskúla 1921-23 og landbúnaðarfrøð- ingur haðani. Á royndarbrúksskeiði á Hodne í Noregi at kunna seg við seyðarøkt. Var eisini á Hesti í Islandi at læra meira um seyðarøkt. Paulsen, Ove Wilhelm (1874-1947). Danskur plantufrøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1897, dr. phil. 1911. Starvaðist á Botanisk Museum til 1920. Professari í plantufrøði við Farmaceutisk Læreanstalt frá 1902. Við havrannsóknarskipinum Thor arbeiddi Paulsen sumrini 1903, 1904 og 1905 kring Føroyar og ísland. Hann var serfrøðingur í plantuæti. Persson, Christer. Svenskur jarðfrøðingur. Starvast við Sveriges geologiske under- sðkning. Petersen, Henning Eiler (1877-1946). Danskur plantufrøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1902. Hjálparmaður á Keypmannahavnar universiteti. Dr. phil. í 1914. Tilnevndur dosentur í plantufrøði við universitetið og virkaði til sín deyða sum lærari í lægri plantum og plantubygnaði. Serfrøðingur í tara. Petersen, Johannes Boye (1887-1961). Dansk- ur plantufrøðingur. Cand. mag. (plantu- frøði) 1912. Dr. phil. 1935. Professari við Keypmannahavnar universitet 1951. Ser- kønur í algum. Porsild, Morten Pedersen (1872-1956). Dansk- ur plantufrøðingur. Mag. scient. (plantu- frøði) 1900. Er serliga kendur sum stovnari av og fyristøðumaður fyri Arktisk Station í Godhavn, Disko. Hann var leiðari har frá 1906 til 1946. Hevur mest fingist við floru Grønlands. Tók lut í orðaskiftinum um Børgesens doktararitgerð: Om Algevegeta- tionen ved Færøernes kyster. Hann helt eins og Simmons móti Børgesen, at Føroyar máttu hava verið landfastar við Bretland eftir istíðina. Tíðin hevur givið Børgesen rætt: plantuvøksturin við Føroya strendur kann væl greiðast við, at vit hugsa okkum flutning yvir hav. Pugsley, H. W. Enskur plantufrøðingur. Serkønur í slektini eygnagrasi (Euphrasia). Var ikki í Føroyum, men kannaði tað tilfar, sum lá á Botanisk Museum í Keypmanna- havn. Tað mesta av hesum var savnað av Ostenfeld. Rasmussen, Henning. Danskur urtagarðsfrøð-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.