Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 93

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 93
PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVÍKJANDI 97 Føroya Fólkaháskúla. í 1929 og 1930 var Katrina lærarinna á Háskúlanum. I 1931 var hon á vevskúla í Oslo. I 1942 kom Katrina á Heimavirkið sum vevkona, og hevur hon havt alstóran týdning fyri veving og annað ullararbeiði — ikki minst plantu- liting her á landi. Vedel, Helge (f. 1922). Danskur skógar- frøðingur. 1951 vísindaligur hjálparmaður við Landbohøjskolen. Professari frá 1964. Serfrøðingur í trævøkstri. Walters, Stuart Max (f. 1920). Enskur plantu- frøðingur. Frá 1973 stjóri við plantu- frøðiliga urtagarðin í Cambridge. Fór frá 30. sept. 1983. Wandel, Carl Frederik. Danskur sjóverjuyvir- maður, kontreadmiral 1899, viceadmiral 1905. 1895 og 1896 ovasti fyri rannsóknar- ferð við Ingolf til Grønlands. Warming, Johannes Eugenius Biilow (1841- 1924). Danskur plantufrøðingur. Mag. scient. 1868, aftan á 3 ára uppihald í Lagua Santa, Brasilia. Dr. phil. 1871. Hevði ymisk undirvísindarlig størv, til hann í 1882 gjørd- ist professari í plantufrøði í Stockholm. I 1885 fór hann heim aftur sum professari við Keypmannahavnar universitet og sum stjóri fyri Botanisk Have. Warming ferðað- ist víða og var serliga kunnugur við tann grønlendska og arktiska gróðurin. Warm- ing var í Føroyum frá 15. juli til 8. aug. 1897. Hann var ritstjóri á Botany of the Færoes. Warming verður í dag mettur sum ein av Danmarkar størstu plantufrøð- ingum. Wiberg, Arne. Okendur fyri mær og fólki á Landbohøjskolen. Oivað ein lesandi, ið hjálpti Hermansen við nøkrum kanningum. Wille, Johan Nordal Fischer (1858-1924). Norskur plantufrøðingur. Dr. phil. 1885. 1893 professari í plantufrøði við Oslo universitet. Serfrøðingur í tarum, men sera virkin á øllum plantufrøðiligum økjum m. a. við nýskipan av undirvísing og øðrum. Winge, Øjvind (1886-1964). Danskur plantu- frøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1910. Dr. phil. 1917. Professari við Den kgl. Veterinær- og Landbohøjskole 1921. 1933 professari á Carlsberglaboratoriet. Heims- kendur fyri sínar rannsóknir í arvalæru, men var eisini serkønur í soppum. Wright, James (1770-1794). Skotskur lækni og plantufrøðingur. Var við á tí sonevndu Stanley rannsóknarferðini í Orknoyggjum, Føroyum og Islandi í 1789. Fór aftan á hesa ferð til Indiu sum lækni og doyði har av skaða, hann fekk, tá hann ein dagin datt av hesti sínum. Hann nevnir nakrar plantur úr Føroyum og sigur eitt sindur um landbún- aðin. Ødum, Søren (f. 1937). Danskur plantu- frøðingur. Cand. mag. (plantufrøði) 1963. Kanningaruppihald í U. S. A., kann- ingarferðir í Grønlandi, Føroyum og aðra- staðni. Lektari við Landbohøjskolen og starvast á arboretinum (trægarðinum) í Hørsholm. Ødum hevur gjørt stórt inn- savningararbeiði bæði í Norðuramerika (Rocky Mountains og Alaska) og Suður- amerika (Chile og Argentina) fyri at finna trø og runnar, sum kunnu vaksa í Norður- londum, t. d. í Føroyum. Hevur fleiri ferðir verið í Føroyum í sambandi við útplanting av trøum og hevur neyvt samstarv við Skóg- friðingarnevndina og Leiv Hansen. Øssursson, Janus (1896-1964). Janus Øssurs- son las gudfrøði. Hann starvaðist sum kór- deknur í Keypmannahavn ævi sína. Hann
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.