Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 95

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 95
99 Hammershaimb sum heimildarmaður. . . Jóan Pauli Joensen í eini grein um V. U. Hammershaimb sigur Christian Matras, at árið 1843 var eitt av merkisárunum í lívi hansara, tí hetta árið hittust hann og Svend Grundtvig fyri fyrstu ferð og vórðu vinmenn fyri lívið.1. V. U. Hammershaimb greiðir sjálvur frá hesum fundi í endurminningum sínum.2 Samstarvið og vinalagið millum hesar báðar menn kom at fáa stóran týdning fyri føroyskt ment- anarstrev. Tað løgna er, at sama árið sum Svend Grundtvig og V. U. Hammershaimb hittust, hittust eisini svenski fólkaminnisfrøðingurin Gunnar Olof Hylten-Cavallius og V. U. Hammershaimb. Hetta hendi 18. juli 1843. Tað er av tilvild, at vit hava fingið kunnleika um henda fund. í stóru bók síni um Hylten-Cavallius sigur Nils-Arvid Bringeus, at Hylten-Cavallius á eini granskingarferð til Týsklands steðgaði nakrar dagar í Keypmannahavn, og her »fann hann ett par islandska och en faroisk student, som gav utforliga uppgifter om folktro och folksed i sina hemlánder«.3 Skjalið, sum er grundarlagið undir hesum upplýsingum er funnið fram, * og kann tann føroyski studenturin »Kandidat Hammers- haimb«, sum hevur givið Hylten-Cavallius upplýsingar um føroyska pátrúgv, ikki vera annar enn V. U. Hammershaimb, sum eisini hevði nógv samband við íslendingar.5 Men Hylten-Cavallius nevnir ikki í uppskrift síni, hvar hann hevur hitt V. U. Hammershaimb. Hylten-Cavallius hevði um hetta mundið sera stóran áhuga fyri tí lægru gudalæruni (Die niedere Mythologie). Her var tað van- lig hugsan, at pátrúgv var ein leivd av fornari heidnari trúgv, sum livdi sum minni í hugan- um á almúguni. Hesin áhugin fyri »Die niedere Mytholo- gie« man vera orsøkin til, at hann bert hevur fingið V. U. Hammershaimb at greiða sær frá pátrúgv. Hann hevur eisini skrivað av tað, sum Jørgen Landt skrivar um pátrúgv í bók síni um Føroyar.6 Hesa bók hevur hann sæð inni hjá V. U. Hammershaimb. Tað sum Hylten-Cavallius skrivaði upp eftir V. U. Hammershaimb er hetta: Kiøbenhavn, d. 18 Juli. Færoingen Kandid. Hamershaimb Færoarne, d. 18 Juli 1843. áska »Tora gengur« áskan kór. Torustajnur (sing.) en sádan sten som faller ned nár áskan gár. Anses befria fr(án) áskan. Fródskaparrit 32. bók (1985): 99-102.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.