Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 100

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 100
104 SØGUFÓLK ÚR SUÐUROY arbeiði gekk í góðum lagi við rokkahurri, karðagnaddi og stokkaglinti, meðan onkur søgufróður hevur sagt frá. Hon vaks jú upp í tíðini, áðrenn umskiftið ella broytingin kom: fríhandil og skipsfiskiskapur, og hevur so statt sogið ta gomlu bóndamentanina við móðurmjólkini. Eisini man móðirin hava sagt henni eitthvørt, og ivaleyst man hon hava havt ævintýrabøkur at hyggja í — bønd- urnir í teirri tíðini vóru ikki sørir við bøkur heldur enn nú.4 Greta í Búðini hevur sagt ævintýrið nr. 4 d í bók dr. Jakob Jakobsens »Færøske Folke- sagn og Æventyr« Tillæg: »Gentan í risahedl- inum«. 2) Elsebeth Malene Jespersdatter, Porkeri Áðurnevnda Elsebeth Súsanna visti at siga, at henda konan var úti á Klova; hon var ættað úr Fámjin, fødd 20. juli 1813. Foreldrini vóru óðalsbóndin Jesper Michelsen, f. 1780 og Anna Thomasdatter, f. 1790. Elsebeth Malena var gift við Michael Jacobsen úti á Klova í Porkeri. Hann varð føddur í Porkeri 10. juni 1863 og doyði í 1884. Foreldur hans- ara vóru Jacob Danielsen, f. 17. september 1773, d. í 1854, og Maren Michelsdatter, f. 9. oktober 1779, d. í 1864. Elsebeth Malena hevur sagt ævintýrið nr. 60 í FFÆ (Tillæg til Æventyrene): »Kongasonurin, ið tikin var av sjótrødlakonginum« og nr. 66: »Gent- an, sum jomfrú Maria tók« og nr. 71 a: »Klóka Margreta«. Jacob Danielsen, nevndur Jákup á Klova, mundi vera annar teirra, ið Poul Johannes Poulsen (1823-1907) á Økrum, yrkir um í táttinum um Nesbóndan, verfaðirin Andreas Djurhuus (1787-1870), av Nesi í Eysturoy — festi á Nesi í Suðuroy í 1827. Teir skuldu gleða seg báðir — Sakaris og Jákup — tá ið teir frættu, at bóndin var deyður: »......... Sakaris beiggin og Jákup á Klova Harranum lova!«5 3) Frederikke og 4) Anne Sofie Langgaard, Sunnbø. Tað vóru tvær systrar við hesum eftirnavni, ið bóru annað fornavnið Frederikke: Maren Malene Frederikke, f. 1870, d. 1954, gift við Andreas Jensen, snikkara, ættaðum av Viðar- eiði (1859-1926) og Mariane Frederikke, f. 1877, d. 1952, gift við Daniel Johan Joensen í Kvínni (1877-1962). Hugsast kann, at tað hevur verið tann eldra systirin, ið hevur sagt ævintýr fyri Jákupi doktara. Anna Sofía varð fødd í 1875 og doyði 1956. Hon var gift við Daniel Jacob Joensen í Kvínni (1876-1921). Foreldur teirra vóru Niclas Langgaard, kongs- bóndi í Laðangarði. f. 13. september 1841, d. í 1920, og Mariane Symphor, f. 24. novbr. 1852, d. í 1939. Fredrikka hevur sagt ævintýr nr. 2 c FFÆ: »Risans klóta«, nr. 14 e FFÆ: »Øskudólg- ur«, nr. 40: »Drongurin, ið fekk kongadóttr- ina attur frá sjótrødlinum« ella »Tað gráa esilið«. Anna Sofía hevur sagt ævintýr nr. 30 a FFÆ: »Bíttlingurin« (»Bítti Gutti«). Anna Sofía og Fredrikka hava sagt ævintýr nr. 19 b í FFÆ: »Krákudóttir og kalsdóttir« og nr. í 59 FFÆ: »Kongurin og risin«. 5) Maren Hansen, Sunnbø Soleiðis nevnist hon í bók Jákups doktara (FFÆ). Men rætta navn hennara er Maren Sofie Hans Jacobsdatter.6 Hon varð fødd 11. apríl 1823 á Keltagørðum í Sunnbø, d. í
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.