Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 115

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 115
BÓKAUMMÆLI Jóan Pauli Joensen: Fiskafólk. Ein lýsing av føroyska húshaldinum í slupptíðini. Før- oya Sparikassi, Tórshavn 1982, 528 bls. Hetta er megnarverk, ið verður lagt fram. Stór og prýðilig bók — meira enn 500 blað- síður — sum kann sigast at vera fyri alt fólkið. í sambandi við, at høvundurin, ið er fólka- lívsfrøðingur og starvast á Fornminnissavn- inum, savnaði tilfar til doktararitgerð sína »Færøske sluppfiskere. En undersøgelse af en erhvervsgruppes liv« (1975), komu nógvar upplýsingar við, sum snúðu seg um lívið al- ment hjá fiskimonnum og húski teirra. Til- farið var longu tá so rúgvumikið, at høvund- urin noyddist at avmarka evnið i doktararit- gerðini til tað, sum fór fram um borð á skip- inum. Hitt — tað sum hoyrdi til heimalívið — skuldi viðgerast seinni. Afturat kom so til- farið frá innsavningini »Føroyar í slupptíðini« — umleið 10.000 blaðsiður! Og í hesi bók verður úrval av hesum stóra tilfari lagt fram fyri almenningin. Føroya Sparikassi, sum hevur borið prentkostnaðin av útgávuni, gav høvundinum fríar hendur at gera, sum hann helt vera best. Vísindamenn, sum fáast við fólkalívs- gransking — etnologar — hava sera sjáldan høvi at geva út alt tað tilfar, teir hava nýtt í rannsóknum sínum. Metingar teirra, úrslitini, verða løgd fram í greinum í vísindaligum tíðarritum. Tilfarið, sum er støði undir lýs- ingini, verður vanliga lagt á goymslu á hand- ritasøvnum, ella kanska partar av tí prent- aðir sum uppískoyti til vísindaligar greinir. Men í hesi bók eru nógvar av frásøgnu- num endurgivnar í óbroyttum líki og við orðunum hjá heimildarfólkunum (prentaðum við smáum støvum). Sostatt er bókin ikki beinleiðis vísindaligt verk at kalla, og ei heldur kann hon sigast at vera »populervísindalig« í vanligari merking. So er spurningurin: Hvørjum er bókin ætlað? Tey eldru, sum enn minnast tíðina fyri seinna heimsbardaga, hava her forvitnis- ligan lesnað, og tey, sum ung eru, fáa í fyrra parti av bókini fortreytir fyri at skilja sam- felagið, sum tað var tá. Bókin er býtt í tvíningar. Tær fyrstu uml. 250 síðurnar lýsa umstøðurnar, sum tær vóru í tí gamla bóndasamfelagnum og í slupptíðini, og tær broytingar, sum vóru í samfelagnum. Fyrst eitt sindur um jorð og jarðarviðurskifti. síðan um neyt, seyð og onnur húsdýr og um tað, sum havið gav: fisk, grind, kóp og (part- víst) fugl. Hús, húsabygging og húshald í víð- astu merking eru viðgjørd í einum kapitli fyri seg. Á bls. 257 og fram eru kapittul: »Fyritreytir fyri fiskivinnu«, »Útróður« og »Langfarafiskiskapurin og bygdin«, og er hetta skifti til tann partin av bókini, sum við- ger fiskaarbeiði, fiskagentur, og pening. lon og kontrabøkur. í hesum parti, sum er um fiskaarbeiði á landi, verða lýstar fortrevtirnar fvri eini hov- uðsbroyting í samfelagnum: at fólk nú fingu lønarinntoku, og at meira peningur var í um- Fróðskaparril 32. bók (1985): 120-121.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.