Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 116

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 116
120 BÓKAUMMÆLI fari. Tað gamla sjálvbjargna húshaldið, sum hvíldi í sær sjálvum, verður trokað burtur av peningahúshaldinum. Leingi royndu teir stóru keypmenninir, teir sum áttu so mikið av peningi, at teir kundu keypa og gera skip út, at halda hesi gongdini aftur, m.a. við kontrabókaskipanini, sum bant fólkið til at keypa frá teimum og mót- rokna í avrokningini. Stríðið at broyta hesa skipan og at fáa lønina útgoldna í reiðum peningi, er gjølla lýst — yrkisfeløgini tóku seg upp sum beinleiðis avleiðing av hesum. Seinast er samandráttur »Frá bóndasam- felag til fiskivinnusamfelag«. Stórur munur er á bygdunum, og hvussu umstøðurnar broytast í umrødda tíðarskeiði, eisini í sluppptíðini. Summar bygdir vóru landbúnaðarbygdir burturav. Aðrar høvdu minni jarðarbrúk og meira útróður og aðra veiði at líta á. Uppaftur aðrar bygdir vuksu fram, tá ið sluppfiskiskapurin byrjaði, eitt nú Tvøroyri, sum er lýst í kapitli fyri seg. Høvundurin ger tó vart við, at Tvøroyri ikki kann sigast at vera eyðkend føroysk bygd í slupptíðini. Lesur ein bókina úr enda í annan, kemur hetta týðiliga fram, og júst av hesi grund er bókin forvitnisligur lesnaður. Høvundurin sigur sjálvur: ».... í hesi bók verða ongar royndir gjørdar at lýsa búskaparligu landa- læru Føroya, men tað verða bert tikin dømi fram, sum lýsa margfaldið í føroyska bú- skapinum.« Spell bara, at høvundurin ofta hevur gloymt at skriva, úr hvørjum bygdum frásagnirnar eru. Myndirnar eru nógvar — meira enn hundr- að ljósmyndir í tali — væl prentaðar og flestar valdar burtur úr myndasøvnum hjá Fornminnissavninum og Dansk Folkemuse- um, og nógvar eru tær sera forvitnisligar. Ein kann tó fýlast á, at myndatekstirnir eru ov stuttir. Betri hevði verið, um mynd saman við myndateksti høvdu sagt sína søgu, eitt nú á s. 106. Har er mynd av tveimum monnum, sum skera torv, annar situr og hvílir seg. Tað munnu vera nógv nú á døgum, sum einki vita um torvskurð. Myndateksturin sigur stutt »Teir hava sett á torveygað«. Tað hevði verið hent, um myndateksturin segði eitt sindur um amboðini, ið her verða víst, og kanska átti okkurt at verið sigt um klæðini, teir eru í. Hóast atfinningar kunnu verða gjørdar at ymiskum, er ikki yvir at dylja, at her hava vit eitt savn av bæði upplýsingum og persón- ligum frágreiðingum um farna tíð, sum vit ikki hava sæð síðan Svabo og Landt. Sjálvt um bókin ikki er ætlað sum vísinda- verk, er hon rík kelda at oysa av hjá vísinda- monnum, sum vilja kunna seg við føroysk viðurskifti í umrødda tíðarskeiði. Og tey, sum eru so mikið ung, at tey ikki sjálv hava upplivað hesa tíðina, men sum fegin vilja vita, hvussu næstu forfedrar teirra livdu, fáa her góða heildarmynđ av eini farnari tíð. Arne Nørrevang
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.