Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 90

Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 90
88 ORÐ VIÐ FREMMANDUM ATSKOYTUM í FØROYSKUM ORÐABÓKUM fyri, at fremmandaorðini verða so mong í tali, at tey fara at seta ov grefligan dám á málheildina. Eisini er ein fyrimunur, at hesi orð ofta eru gjøgnumskygdari enn mong av teimum fremmandu. Ljóðstøðuliga (fono- taktiskt) samtykkja tey eisini betur við mál- ið. Hansara hugsan er, at tað er tann skipaða og vandna málrøktin, ið hevur gjørt, at vit í dag eiga eitt so sjálvstøðugt mál. í Orðafari, ið er málgagnið hjá Føroysku málnevndini, hevði J.H.W. Poulsen ráðgev- ing um góðan málburð, vísti á málspillur, eitt nú í bløðum og loftmiðlum, og kom annars við ráðum um, hvussu ein kann vanda sær um málið. I Orðafari frnna vit dømi um, hvussu hansara hugburður við- víkjandi orðum við fremmandum atskoyt- um er. Hann hevði javnan listar við orðum á aftastu síðu á Orðafari, og teir benda á, at hann mælir frá at nýta hesi orð. I hesum listum verður vfst á, hvussu ein í staðin fyri orð, ið verður mett at vera ov danskligt, kann seta eitt føroyskt, t.d. í Orðafari nr. 24 (febr. 1991), har ið heilt greitt verður mælt frá at nýta trý orð við fremmandum at- skoytum: fornuftigur > skilagóður fordeilur > fyrimunur forstýra > órógva, ónáða, gera ónáðir Annað dømi er nýkomna orðið umsetilig- heit, ið fjølmiðlar og politikarar hava nýtt nógv í sambandi við sølukvotur; her hevur Orðafar eina greiða støðu: ”Gævi, at onkur dugdi so frægt sum at mána ”umsetiligheitina” so djúpt niður í helluna á Tinganesi, at hon ongantíð fekk høvdið upp- undan aftur!” (Orðafar nr. 41/des. 1995). Eyðsæð er, at J.H.W. Poulsen mælir frá at gera ov nógv av at nýta orð við fremmand- um atskoytum. Tal á orðum við fremmandum atskoytum Føroysk orðabók varð kannað við at leita ígjøgnum leitorðalistan á telduforriti (RiSt) á Føroyamálsdeildini. Orðini við fremmandum atskoytum, sum vórðu funnin í Føroyskari orðabók, eru hesi: Orð við a/2-forskoyti: (3) Orð við i>đ-forskoyti: (12) Orð við er-forskoyti: (eingi) Orð við/or-forskoyti: (96) Orð við ge-forskoyti: (3) Orð við -arf-eftirskoyti: (20) Orð við -/zcá-eftirskoyti: (24) Orð við -i/.íi-eftirskoyti: (85) Tilsamans: 243 orð Er orð markað sum talumál (tlm.), er henda marking ein ábending um, at mælt verður frá at nýta orðið í vandaðum máli (Formæli bls. 9). Orðini við fremmandum atskoytum, ið hava hesa marking, eru 56 í tali: bedrøvi- ligur, begynna, begynnilsi, begynningur, bekvemmur, beskeð, beskeðin, (besnissað- ur1), bestilla, betala, óbekvemmur, forelsk- aður, forkøla, forláta, forlátilsi, forliptur, formana, formaning, forstýra, forstýraður, forstýrisligur, forsvar, forsvara, forsøma, fortala, fortelja, fortreð, ógemeina, óge- meinur, forligheit, klókheit, líkheit, meinig- heit, óreinheit, rummiskheit, sannheit, sá- ligheit, ússaligheit, ærligheit, øvrigheit, be- gynnilsi, forlátilsi, garterilsi, hendilsi, lammilsi, lammiterilsi, njótilsi, regerilsi,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.