Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 91

Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 91
WORDS CONTAINING AFFIXES OF NON-NORSE ORIGIN IN FAROESE DICTIONARIES 39 rokilsi, rúilsi, stýrilsi, tuskilsi, túsnilsi, ugg- ilsi, upplivilsi, uppstandilsi og verilsi. Málrøktarhugsan aðalritstjórans endur- speglast í leitorðaúrvalinum í Føroyskari orðabók, men tó eru rættiliga mong orð við fremmandum atskoytum við sum leitorð. Avgjørt hevur verið at marka ein part av teimum sum talumál, eitt nú fyri at vísa á, at tey ikki eru heppin at nýta í vandaðum máli. Ein orsøk til rættiliga høga talið á hes- um orðum í orðabókini kann vera, at mong av teimum eru so vanlig í talumáli, at ringt er at sleppa uttan um tey, og summi hava eisini fingið serføroyska merking. Stundum eru orðini eisini føroysk orðagerð og eru tískil ikki beinleiðis at fata sum danismur. Eyðsæð er, at roynt hevur verið at laga seg til kravið um al loyva fleiri talumálsorðum í skrift. Vert er at nevna, at fleiri av orðunum bæði hava fremmant forfesti (for-) og eftir- festi (-ilsi), t.d.forargilsi. Summi orð ganga aftur sum seinni liður í ileiri orðum. -ilsi- eftirskoytið er kvæmt í málinum, og tað sýnist ikki, sum so nógv fyrivarni hevur verið tikið viðvíkjandi tí at skráseta orð við hesum eftirskoyti, tí tey eru mong í tali í orðabókini. Hóast rættiliga mong orð við fremmand- um atskoytum eru í Føroyskari orðabók, er alstórur munur á Føroyskari orðabók og Danskari-føroyskari orðabók, sjálvt um tað er sama forlag, Føroya Fróðskaparfelag, ið er útgevari. Tað er eyðsæð, at H.P. Petersen nærum tekur orð við fremmandum atskoyt- um fram um arvorðini. Tað er av teirri or- søk, at honum líkst best á talaða málið, t.e. tað søguliga sjónarhornið hevur ikki nógv at týða, og hetta sæst sjálvandi aftur í orða- úrvalinum. Tó ber til at siga, at støða H.P. Petersens ikki er nóg greið, tá ið tað snýr seg um, hvar markið skal ganga. Rákið Týðiligt er, at sum frá líður fáa fleiri orð við fremmandum atskoytum innivist í orðabók- unum. Ein orsøk kann vera tann, ið Bjorn Hagstrom professari nemur við í ummæli sínum av Føroyskari orðabók: “Med hansyn til den ovan berorde sprákliga purismen kan man márka en attitydfðrskjut- ning i den ovan recenserade FO. Fáringarnas modersmál har under det gángna seklet ut- vecklats till ett modernt skriftsprák, ett nyan- serat uttrycksmedel med ett rikt ordforrád. Hártill har bidragit en intensiv sprákvárd, l'litig litterár verksamhet, oversáttningar frán frámmande sprák, utarbetande av ordlistor over skilda ámnesomráden, forfattande av skrifter inom olika vetenskapsgrenar. Trots det stándigt nárvarande hot som danskan ut- gor mot den “rena” fároiska, som sprákmed- vetna fáringar onskar, kánns det nu mindre angeláget att fðlja en stráng puristisk linje i registrerandet av det fárðiska spráket. Mánga integrerade danismer accepteras, átskillige nyord har godtagits och blivit en naturlig del av vokabuláren, en mángd internationella frámmande ord har inlemmats i ordforrádet.” (2000: 150) Óivað er tað so, at vit eru ikki so nógv á varðhaldi longur sum J. Jakobsen var, tí mál okkara er ment so nógv seinastu 50 árini. At taka samanum Eyðsæð er, at rákið er tann vegin, at flest talumálsorð skulu kunna nýtast í skrift.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.