Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 92

Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 92
90 ORÐ VIÐ FREMMANDUM ATSKOYTUM í FØROYSKUM ORÐABÓKUM Men júst hvar ið markið skal ganga, er eingin semja um, og tað ger tað trupult. Annar parturin heldur aftur og tekur orð inn í orðabøkurnar hóvligari, og hin parturin er meiri fríur til at skráseta nærum øll orð, sum eru í mæltum máli. Tað hevur sostatt tikið seg upp ein tvíbýtt málpolilisk kós í orðabókunum viðvíkjandi orðfeingi. Hetta kann gera tað trupult hjá brúkaranum, ser- stakliga honum, sum vil vanda sær um mál- ið. Gongdin er tann vegin, at fleiri orð við fremmandum atskoytum skulu góðtakast sum partur av orðfeinginum, sum hevur heimarætt í orðabókunum. Men kanningin vísir, at spenningur er um spurningin við- víkjandi hesum orðum, og torført er at finna eina samleið. Eyðsæð er, at orðaúrval er ein partur av orðabókastarvinum, ið gerst al- samt truplari, tí ikki er lætt at finna markið millum tey orð, ið skulu góðtakast ella ikki. Aðalspurningurin er, um orðabøkur skulu vera eitt amboð í málrøktini (t.e. pre- skriptivar), ella tær skulu lýsa málið, sum tað er (t.e. deskriptivar). I Føroyum hevur verið vanligt, at orðabøkur eru preskriptiv- ar, t.e. at tær seta upp eina reglu (norm) fyri, hvat er “rætt” ella ikki, bæði viðvíkjandi orðfeingi, bending, herðing, stíllagi o.s.fr. Royndir hava aðrastaðni verið gjørdar at gera reint deskriptivar orðabøkur, ið bert lýsa málið, sum tað er, men tað hevur víst seg, at trupult er at gera orðabøkur, uttan at halda seg til eina ávísa reglu. Niðurstøða Orðaúrval er trupult, ikki minst, tá ið orða- bøkur verða nýttar sum eitt amboð í mál- røktini. I føroyskum hevur altíð kunnað borið til at hava ein góðan málsligan stíl í skrift, men í talumáli eru nógvar danismur og orð við fremmandum atskoytum. Her er ikki nógv broytt síðan á døgum J. Jakob- sens, tó at málið er ríkað almikið og í stóran mun ment, so at til ber at samskifta á góð- um máli um nærum øll viðurskifti. At so mong orð við fremmandum at- skoytum koma við í orðabøkurnar - eisini í Føroyska orðabók - er uttan iva av teirri or- søk, at roynt hevur verið at slaka við tí ov strongu málrøktarligu kósini og loyva fleiri av hesum orðum í skrift; í øðrum lagi er or- søkin, at summi av hesum orðum kunnu roknast sum serføroysk orðagerð, - sam- dømi finnast ikki í donskum, t.d. forbiðin, forbøllaður, forpøstur, t.e. summi av hesum orðum eru ikki beinleiðis tøkuorð. H.R Pet- ersen hevur roynt at gera eina orðabók við tí grundhugsan, at størsti parturin av orð- feinginum eigur heimarætt í orðabókum. Henda kanning vísir, at tað er trupult av vera beinstevndur - eisini við hesi grund- hugsan, tí tað er ein rúgva av orðum við fremmandum atskoytum, ið eru vanlig í mæltum máli, sum ikki eru at finna í hesi orðabók. Orðini hjá Jóni Helgasyni (1931) siga júst frá tvístøðuni hjá orðabókaritstjórum: “Her er det yderst vanskeligt at trække en grænse, og man vil utvivlsomt kunne be- brejde forfatterne adskillige inkonsekven- ser.” Aðrar orðabøkur At enda skal verða sagt, at henda kanning ikki kann geva eina fullfíggjaða mynd av rákinum, tí aðrar orðabøkur kundu verið kannaðar, t.d. Føroysk-donsk orðabók eftir
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.