Fróðskaparrit - 01.01.2005, Síða 9

Fróðskaparrit - 01.01.2005, Síða 9
FRÆNDA-.L 7 er ein approksimantur. Hetta verður ljóð- skrivað sum [j], sbr. eisini Rischel (1961) og Thráinsson et. al. (2004). Ein meting av framburðinum í eldri føroyskum er í Sørlie (1965). Sørlie heldur her, at framburðurin hevur verið tað, sum vit í dag kunnu ljóð- skriva sum [j]. Tað hevur verið ført fram, at r í føroys- kum broytist frá at vera ein approksimantur [j] til ein retrofleksan approksimant, [J, t.e. tað sama ljóðið, sum vit longu hava í hoyrdi, t.e, eitt [.(]. Hetta retrofleksa ljóðið er nú ikki bara í eitt nú hoyrdi, men eisini í renna, vera, ver, har tað fyrr var eitt rullandi ljóð [r] , sambært J. H. W. Poulsen (1989). Avirkanin stavar frá, pástendur Poulsen, enskum, og eru tað serliga plátuvendarar, sum brúka ljóðið: “Det gár især ud over udtalen av r, der er blevet mere frikativ eller likvid end tidligere, da det var mere ‘rullet’” (Poulsen, J.H.W. 1989:54). Eg skal her gera vart við, at føroyskt r held- ur hevur verið, og er, ein approksimantur, t.e. [j], hóast summi hava eitt rullandi [r] - sbrt. Færøsk Anthologi var tann rull- andi framburðurin serliga sunnanfjørðs (FA: 1891:440). Kannað verður Tað, sum eg her fari at kanna, er: 1. Broytist r í føroyskum frá einum alveolarum approksimanti/frikativi til eitt retroflekst ljóð. 2. Um so er, er tað ávirkan frá amerik- anskum? 3. Ber til at forklára tað retrofleksa ljóðið annarleiðis, t.e. at tað er tað retrofleksa allofonið av r, tað, sum vit hava í eitt nú hoyrdi, sum voldir broytingini? Til tess at fáa hetta lýst betur, fekk eg sjey næmingar í Miðvágs-Sandavágs skúla, allir ljúrtan ára gamlir, at lesa inn á band nakrar setningar av einum orðalista. Orðini eru aftast í greinini undir Uppískoyti. Heimild- arfólkini lósu upp setningar sum: eg sigi orðið renna nú, og er tað bara r í renna, sum hevur okkara áhuga, sjálvt um vit eis- ini fáa orðið frítt - t.e, her sigur heimildar- fólkið eitt r ímillum sjálvljóð. Tey fyrstu fimm orðini eru: renna, vera, ver, æra, meira. Hesi eru vald, tí r stendur fremst í einum orði (renna), tað stendur ímillum sjálvljóð (vera, æra, meira) og síðst í einum orði (ver). Ein annar spurningur, sum stingur seg upp, er, um framburðurin av r er treytaður av hjáljóðinum aftanfyri. T.e. um fram- burðurin er allofoniskt treytaður. Her vita vit longu nú, at so er, og eru kanningar gjørdar av hesum, sbr. Hagstrom (1970). Men hetta skuldi eisini takast við her fyri at fáa heildarmyndina franr. Framburðurin av r framman fyri dental-alveolar ljóð er retro- fleksur, t.e. í orðunum errir, vers, darl, vard og art í uppískoytinum. 011 fonemini her, t.e. /n, s, 1, d, hd/ eru alveolar-dental ljóð. Hesi broytast til retrofleks ljóð [r^ g, [, 4, hc]J av tí frammanfyristandandi /--inum, sum varð retroflekst [.(]. Eg kannaði eisini framburðin framman fyri onnur hjáljóð, t.e. armur og arvur. Síðani varð hugt at krakkur, fremja,
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160
Síða 161
Síða 162
Síða 163
Síða 164
Síða 165
Síða 166
Síða 167
Síða 168

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.