Fróðskaparrit - 01.01.2005, Síða 14
12
FRÆNDA-^
heitið á greinini: Frænda-\, tí hesir hava
týðiligan, retrofleksan framburð. Tað kann
gott vera, at tað er satt, sum Poulsen (1989)
sigur, at hesin retrofleksi framburðurin, vit
hoyra dagliga, er úr amerikanskum, tí fólk
herma eftir rokkstjømum, fílmsstjømum og
øðmm, men havast skal í huga, at vit longu
hava ein retrofleksan framburð framman fyri
dental-alveolar ljóð, sbr. Hagstróm (1970),
t.e. í orðum sum darl, art o.s.fr. Hesin fram-
burður kann gott vera gamal í føroyskum,
kann hava verið til longu í norrønum. Tí
kann tað eins væl vera, at tað er frá slíkum
orðum, at framburðurin spreiðir seg til onn-
ur ljóðumhvørvi, og at talan als ikki er um
nakra amerikanska ávirkan.
Er málbroytingin ávirkan frá eitt nú rd, er
talan um eina innari broyting; einari broyt-
ing, sum hendir í sjálvari málskipanini.4
Er tala um amerikanska ávirkan, er talan
um ytri málbroyting, á sama hátt, sum vit
hava fíngið tað langa [a:] í eitt nú havi og
tomat, t.e. donsk ávirkan.
Kortini kann tað vera, at talan bæði er um
eina innari og eina ytri málbroyting. Føroy-
ingurin hevur tað retrofleksa ljóðið í skip-
anini, og tað spreiðir seg til ljóðumhvørvi,
har tað upprunaliga ikki hoyrir heima, men
hetta hendir eisini, tí føroyingurin hoyrir og
hermir eftir tí amerikanska ljóðinum, sum
viðkomandi hoyrir í songum, fílmum og
sær í sjónvarpi.
Tá eg havi kalla greinina Frænda-\,
stendst tað av, at retrofleksur framburður
er mangan týðiligur í Klaksvík, og ein
spumingur, sum stendur eftir at kanna, er,
um tann approksimanti framburðurin ella
tann rullandi framburðurin best livir eftir á
smáplássum - samrøður við fólk úr Gása-
dali og Nólsoy í eitt nú Utvarpi kundu bent
á tað, meðan tann retrofleksi framburðurin
hoyrir stórplássum og býum til.
Uppískoyti
(1) eg sigi orðið renna nú (2) vera (3) ver
(4) æra (5) meira (6) armur (7) ernir (8)
arvur (9) vers (10) darl (11) vard (12) art
(13) krakkur (14) fremja (15) prædika (16)
trumma
Tilvísingar
Bames, M.ogWeyhe, Ei. 1994. Faroese. í: TheGennanic
Languages. Ritstj. E. Konig og J. van der Auwere.
Routledge. London and New York.
Færøsk Anlhologi ved V.U. Hammershaimb. 1891. S.L.
Møllers Bogtrykkeri. København.
Hagstrom, B. 1970. Supradentaler i fároiskan: Ettbidrag
till beskrivningen af laroiskt uttal. Fróðskaparrit
18:347-360.
Ladefoged, P. 1993. A Course in Phonetics. Third
Edition. Harcourt Brace College Publishers. New
York.
Petersen, H.P. 1996. Vágamálføri. Fróðskaparrit 44:5-
21.
Poulsen, J.H.W. 1989. Engelsk pávirkning pá færøsk. í:
Sprák i Norden, s. 47-66.
Rischel, J. 1961. Om retskrivningen og udtalen i modeme
færøsk. 1: Føroysk-donsk orðabók, XIII-XXXVI.
Sandoy, H. og Petersen, H.P. 2005. Tilpassing i færøysk
talemSl. Handrit.
Sørlie, M. 1965. En færøysk-norsk lovbokfra omkring
1310. Mentunargrunnur Føroya Løgtings. Tórshavn.
Universitetsforlaget. Oslo.
Thráinsson, H., Petersen, H.P., í Lon Jacobsen, J. og
Hansen, Z.S. 2004. Faroese. An Overview and
Reference Grammar. Føroya Fróðskaparfelag. Tórs-
havn.
4 Stutt skal skoytast uppí, at gongdin allarhelst hevur verið - vit brúka darl sum dømi, darl > /ckqj/ > /dajjj, t.e., at r
verður retroflekst, og at vit so hava eina Ijóðlíking.