Fróðskaparrit - 01.01.2005, Side 145

Fróðskaparrit - 01.01.2005, Side 145
NÝTT INNAN VÍSINDI 2004 143 meinigheitina ella áhoyrararnar. Hvørt ættarlið eigur at fáa orðið boðað á tann hátt, sum hóskar til tíðarskeið tess, sigur Dahl, og hetta sjónarmið sæst aftur í tí kontekstualiteti, sum sermerkir prædikur hansara. Hetta eru prædikur, sum eru hildnar í Føroyum, og tað sæst aftur hjá Dahl. Lívið á hesum oyggjum við sínum gleðum og sorgum, tað viðbrekna fiskivinnusamfelagið, aktuellar hendingar bæði uttan úr heima og her á klettunum, náttúrufyribrigdi sum tiltak - alt hetta gevur prædikum hansara ein serligan, heimligan dám. Dahl stendur í so máta eisini í skuld til stórar, samtíðar prædikumenn sum Th. Klaveness og Olfert Ricard, hóast hesir tala inn í sítt norska ella donska umhvørvi. Prædikustólurin, sum í teimum før- oysku kirkjunum stendur á markinum millum kór og skip, kemur sum tað triðja rákið í prædikunum at ímynda prestin sjálvan. Aðrenn prestur kann boða orðið til onnur, má hann hava hoyrt tað sjálvur, og tískil slepst ikki undan, at hansara egnu lívsroyndir, hansara kenslur, hansara persónligi stílur og hjartalag fáa ávirkan á, hvussu hesar prædikur verða bornar fram. Av tí at prædikurnar, sum eru prentaðar í I lýsing og Meðan hildið verður heilagt, eru valdar út og lagdar til rættis at verða lisnar sum lestrar, hevur verið hildið, at tað var ein almenn gudfrøði, sum ráddi í teimum, at tær vóru tíðarleysar, og at høvundurin í størstan mun gav seg sjálvan til viks. Ritgerðin sýnir, at hetta er ikki so, og at tað beinleiðis er samspælið mill- um kórið, skipið og prædikustólin, sum í hesum føri avger tað snið, innihald og endamál, hesar prædikur fáa. Mest eru tær átøkar tí, sum við Niebergall verður kallað “Hin modernaða prædikan. ” í niður- støðuni verður tí tikið undir við Blicher- Winther, sum til jarðarferðina hjá Jacob Dahl metti, at lestrar hansara komu at verða nógv lisinir, av tí at orð hansara í teimum fóru at koma til hjørtuni í móðurmálsins heimliga búna, við sannførandi hjartahita, við hjálp og troyst úr erva. Summary The dean Jacob Dahl (1878-1944) has been widely recognised as the father of the Faeroese church language. The New Testament, the agenda and rituals, Martin Luthers Little Catechism, and a number of hymns are still being used, as they were authorised in Dahl’s translation. He also inoulded and shaped the faeroese language so that it could be used in preaching. This is evident in the large amount of sermons that Dahl preached in Faeroese and later published, culminating in two volumes of homilies intended to be read aloud in the lay preachers’ services, I lýsing from 1934 and Meðan hildið verður heilagt from 1948, which are the subject of this research. In this thesis the printed sermons are compared with the original manuscripts and significant terms are analysed in the trinitarian disposition known from The Creed of the Apostles and the Hymnal of the Faroese Church. Having analysed the articles of the faith the result is again scrutinised according to
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.