Fróðskaparrit - 01.01.2005, Side 154

Fróðskaparrit - 01.01.2005, Side 154
152 NEWS AND PROGRESS 2004 QIM-talvan hevði ávísar avmarkingar. Hon vísti tíðiligan mun millum sild goymda í ávíkavist ísi og kølitangum, men kundi ikki nýtast til at rokna út manglandi haldføri. Somu frávik, sum vóru funnin í rávøruni, vóru eisini funnin, tá sildin var marinerað. Marinerað fløk framleidd av ísaðari sild luktaðu og smakkaðu feskari og vóru sevjumiklari enn marinerað fløk framleidd av sild goymdari í kølitangum. Kanningin vísti, at teir sensorisku eginleikarnari av marineraðari Norðsjóvarsild vóru ávirk- aðir av árstíðini og harvið teimum skift- andi búningarstigunum. Undir gýting vóru fløkini bleyt og høvdu lættast við at trána. Økt føði viðførdi, at fløkini vóru fastari og feitari, samstundis sum luktur og smakkur gjørdust feskari og minni tránað. Hesar broytingarnar kundu greinast út frá evnafrøðiligum og lívfrøðiligum frá- vikum. Teir sensorisku eginleikarnar í tí marineraðu sildini í hesum partinum av kanningunum vóru ávirkaðir av sildastødd- ini og aldrinum, men ikki av kyni ella bún- ingarstigi. Sjálvt um tær sensorisku kanningarnar fóru fram yvir eitt longri tíðarskeið, vóru eingi frávik funnin millum dómararnar, sum ikki kundu takast burtur við fáum útrokningum. Hetta var orsakað av tí nógvu venjingini og at tilvísingartilfar varð nýtt. Dómararnir høvdu støðugt møguleika fyri at minnast aftur á teir sensorisku egin- leikarnar og stilla sansirnar, tí borðreitt varð við sama tilfari hvørjaferð. Borðreitt varð eisini við hesum tilfarinum uttan, at dómararnir kendu upprunan, og tí var møguligt alla tíðina at kanna, hvussu tað gekk hjá dómarunum. Multivariat stødd- frøði gjørdi tað møguligt skjótt at rokna út úrslitini, sum vóru løtt at greina við tí visuellu uppsetingini. Tað var lætt at útpeika teir dómarar, sum dømdu øðrvísi enn restin, og teir eginleikar, sum trupul- leikar vóru við. Fitiinnihaldið var ein av teimum týdn- ingarmiklastu faktorunum, sum ávirkaðu góðskuna. Eisini var sera stór variatón í sild, sum var fiskað samstundis og ein partur av hesari variatión kundi tilskrivast støddarmuninum. Tó kundi hvørki støddin ella búningarstigið nýtast til at flokka sildina eftir fitiinnihaldi, tí tað var stórur munur á fitiinnihaldinum í sild á sama búningarstigi. Av tí at tað kundi verið ein hjálp hjá virkjunum at fáa sum best burtur úr tilfonginum við at flokka sildina eftir fitiinnihaldi, áðrenn hon varð virkað, varð kannað eftir um møguleikar vóru fyri at máta fitiinnihaldið lætt og skjótt uttan at skaða sildina. Fitiiinnihaldið varð mált við evnaúrdrátti (kloroform/metanol/ vatn) og samanborið við mátingar við Fatmeturi, NIR og NMR. Urslitini vístu, at brúksmøguleikarnir av Fatmeturinum, NIR og NMR vóru ymiskir. Fatmetur- úrslitini byggja á sambandið millum vatn- og fitiinnihaldini, og av tí at hetta sambandið broyttist undir búningini, vóru serliga úrslitini frá rundari sild ávirkað av búningarstiginum. Fatmetur-mátingarnar kunnu tí bert nýtast til leysliga flokking av sildafløkum eftir fitiinnihaldi. Góð úrslit vóru eisini funnin við NIR, men mátingarnar vóru ávirkaðar av mátistaði. Hvørki mátingar gjørdar við NIR ella Fatmetrinum á kjøtsíðuni kundu nýtast til at lýsa fitiinnihaldið við. Eitt miðaltal
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.