Fróðskaparrit - 01.01.2005, Blaðsíða 165
HØVUNDALEIÐBEINING
163
Fróðskaparrit er tíðarritið hjá Fróðskapi - Faroe
University Press. Allar náttúruvísindaligar og læknafrøði-
ligar ritgerðir, umframt allar hugvísindaligar ritgerðir,
á øllum málunum, hava okkara áhuga, um evnið, tær
viðgera, hevur samband við Føroyar.
Ritstjórnin og/ella óheftir metarar viðgera øll hand-
ritini, sum koma inn. Ein avgjørd treyt er, at henda
høvundaleiðbeining verður fylgd nágreiniliga, annars
verður handritið sent høvundanum aftur, so at hann kann
endurskoða tað.
Send handritið til ritstjóran í prentaðum líki og/ella
við telduposti: doreteb@ngs.fo.
Høvundamir fáa rættlestrar sendandi, og teir eiga
at verða sendir ritstjóranum aftur innan 72 tímar. Sum
minst eigur at verða broytt; eru ógvisligar broytingar,
verður gjald kravt fyri tað.
Høvundarnir fáa grein sína sendandi sum pdf í somu
uppseting sum í prentaðu útgávuni. Pdf-skjalið kann
leggjast út á heimasíðu ella býtast út eftir ynski. Pdf-
fílan er læst og møguligt er ikki at rætta ella broyta í
skjalinum.
Leiðbeining:
Handrit eiga at lúka tær treytir, sum era vanligar innan
tey ymisku vísindaligu økini. Kortini má so lítið sum
gjørligt vera av ískoytisviðmerkingum, serliga skal
sleppast undan undirgreinum - tá átti heldur at verið
komið við allari frágreiðingini í sjálvari ritgerðini.
Skákstavir (kann eisini verða víst á í tekstinum við at
vera undirstrikað) eiga at verða nýttir til:
1) At vísa til heitið á bókum og tíðarritum
2) Plantu-og djóraheiti á latíni
Heitið á ritgerðini: Fcitir stavir, STÓRIR og smáir
stavir og navnið á høvundanum/unum: Skákstavir,
STORIR og smáir stavir og so tvær tómar reglur.
Stig 1 undirheitið: Feitir stavir, STÓRIR og smáir
stavir og so ein tóm regla.
Stig 2 undirheitið: Feitir stavir, STÓRIR og smáir
stavir, eingin tóm regla aftaná.
Stig 3 undirheitið: Skákskrift, STÓRIR og smáir
stavir, eingin tóm regla aftaná.
Heitið og navnið á høvundanum eiga at standa
á fyrstu síðu saman við fullum navni og bústaðunum
hjá høvundanum/unum við teidupostadressuni., síðani
kemur samandráttur av ritgerðini, ið ikki má vera meiri
enn 175 orð, ið víðka um heitið uttan at endurtaka tað.
Samandrátturin vísir í stórum á endamálið við ritgerðini,
greiðir frá arbeiðinum, staklutum og týdningarmiklum
úrslitum og niðurstøðum. Umframt eigur enn eitt úrtak
at vera tøkt til at týða annaðhvørt til føroyskt ella enskt
alt eftir, hvørjum máli ritgerðin er á.
Best var, um teksturin var býttur upp í: Inngangur,
tilfar og mannagongd, úrslit, kjak og niðurstøðu, men
onnur hugtøk munnu fara at verða góðkend. í tekstinum
verða altjóða skipanir og eindir nýttar (Sl-Units, sum
til dømis metur skrivaður m; Celcius-stig skrivað °C).
Myndir: Talvur og myndir (eisini fotomyndir) eiga at
standa aftan á tekstin, og frágreiðing um tær eigur at
standa í myndatekstinum (ikki sum: ...sí tekst). í talv-
unum eigur teigari (tabulator) at verða nýttur, ongantíð
glopp. Myndir eiga at verða sendar í EPS-, tiff- ella
jpeg-formati, ella sum prent (fotomyndir, - pappír ella
diapositiv - ella útprentaðir grafar/myndir).
I tekstinum eiga tilvísingar ikki at vera talmerktar,
men navngivnar sum Joensen (1963), ella, tá ið tað
liggur betur fyri, sum (Joensen, 1963). Er meiri enn ein
tilvísing, eigur at verða skrivað soleiðis: Joensen (1963;
1970), ella: (Joensen, 1963; 1970), ella: (Svabo, 1783;
Joensen, 1963). Soleiðis eigur at verða víst til ávísar
síður: (Joensen, 1963: 123-134). Soleiðis eigur at verða
víst til tveir høvundar: (Joensen og Táning, 1970) og
soleiðis til meiri enn tveir høvundar: (Enckell et al.,
1986). Longri niðri stendur tilvísing í fullum orðaljóði.
Tilvísingarlistin eigur ikki at verða settur í nummarrøð,
men skrivaður í bókstavarøð, heiti á bókum í fullum
líki, tíðarrit við teimum styttingum, sum tíðarritið nýtir
í løtuni, so sum:
Benjaminsen, T. og Christensen, I. 1980. The natural
history of the bottlenose Whale, Hyperoodon
ampullatus (Foster). In: Winn, H.E. and Olla, B.L.
(eds). Behavior of Marine Animals 3: 143-158.
Enckell, P.H., Bengtson, S-A., Douwes, P., Niklasson,
M., Stille, B. og Wiman, B. 1986. The dispersal
pattern of an anthropochorous species: Genetic
variation in populations of Lumbricus terrestris L.
(Lumbricidae) in the Faroe Islands. Hereditas 104:
253-261.
Joensen, J.S. og Táning, Á.V. 1970. Marine and
Freshwater ftshes. In: Spárck, R.t and TUxen, S.L.
(eds). 1928-1971. The Zoology of the Faroes 111(1):
LXII-LXIII. 1-241.
Svabo, J.C. 1783 (1959). Indberetninger fra en Reise
i Fcerøe 1781 og 1782. Selskabet til Udgivelse af
Færøske Kildeskrifter og Studier. København.
Udkast til Lov for Færøeme om Jagt, Fugleíángst m.m.
1911. Forslag og Betænkninger afgivne af Den
Færøske Landbokommision. København: 303-314.
Sendið handritini til Dorete Bloch, ritstjóra, Føroya
Náttúrugripasavn, FO-100 Tórshavn, tlf.: 352320,
faks: 352321, Teldupostur: doreteb@ngs.fo.