Fróðskaparrit - 01.01.2005, Qupperneq 165

Fróðskaparrit - 01.01.2005, Qupperneq 165
HØVUNDALEIÐBEINING 163 Fróðskaparrit er tíðarritið hjá Fróðskapi - Faroe University Press. Allar náttúruvísindaligar og læknafrøði- ligar ritgerðir, umframt allar hugvísindaligar ritgerðir, á øllum málunum, hava okkara áhuga, um evnið, tær viðgera, hevur samband við Føroyar. Ritstjórnin og/ella óheftir metarar viðgera øll hand- ritini, sum koma inn. Ein avgjørd treyt er, at henda høvundaleiðbeining verður fylgd nágreiniliga, annars verður handritið sent høvundanum aftur, so at hann kann endurskoða tað. Send handritið til ritstjóran í prentaðum líki og/ella við telduposti: doreteb@ngs.fo. Høvundamir fáa rættlestrar sendandi, og teir eiga at verða sendir ritstjóranum aftur innan 72 tímar. Sum minst eigur at verða broytt; eru ógvisligar broytingar, verður gjald kravt fyri tað. Høvundarnir fáa grein sína sendandi sum pdf í somu uppseting sum í prentaðu útgávuni. Pdf-skjalið kann leggjast út á heimasíðu ella býtast út eftir ynski. Pdf- fílan er læst og møguligt er ikki at rætta ella broyta í skjalinum. Leiðbeining: Handrit eiga at lúka tær treytir, sum era vanligar innan tey ymisku vísindaligu økini. Kortini má so lítið sum gjørligt vera av ískoytisviðmerkingum, serliga skal sleppast undan undirgreinum - tá átti heldur at verið komið við allari frágreiðingini í sjálvari ritgerðini. Skákstavir (kann eisini verða víst á í tekstinum við at vera undirstrikað) eiga at verða nýttir til: 1) At vísa til heitið á bókum og tíðarritum 2) Plantu-og djóraheiti á latíni Heitið á ritgerðini: Fcitir stavir, STÓRIR og smáir stavir og navnið á høvundanum/unum: Skákstavir, STORIR og smáir stavir og so tvær tómar reglur. Stig 1 undirheitið: Feitir stavir, STÓRIR og smáir stavir og so ein tóm regla. Stig 2 undirheitið: Feitir stavir, STÓRIR og smáir stavir, eingin tóm regla aftaná. Stig 3 undirheitið: Skákskrift, STÓRIR og smáir stavir, eingin tóm regla aftaná. Heitið og navnið á høvundanum eiga at standa á fyrstu síðu saman við fullum navni og bústaðunum hjá høvundanum/unum við teidupostadressuni., síðani kemur samandráttur av ritgerðini, ið ikki má vera meiri enn 175 orð, ið víðka um heitið uttan at endurtaka tað. Samandrátturin vísir í stórum á endamálið við ritgerðini, greiðir frá arbeiðinum, staklutum og týdningarmiklum úrslitum og niðurstøðum. Umframt eigur enn eitt úrtak at vera tøkt til at týða annaðhvørt til føroyskt ella enskt alt eftir, hvørjum máli ritgerðin er á. Best var, um teksturin var býttur upp í: Inngangur, tilfar og mannagongd, úrslit, kjak og niðurstøðu, men onnur hugtøk munnu fara at verða góðkend. í tekstinum verða altjóða skipanir og eindir nýttar (Sl-Units, sum til dømis metur skrivaður m; Celcius-stig skrivað °C). Myndir: Talvur og myndir (eisini fotomyndir) eiga at standa aftan á tekstin, og frágreiðing um tær eigur at standa í myndatekstinum (ikki sum: ...sí tekst). í talv- unum eigur teigari (tabulator) at verða nýttur, ongantíð glopp. Myndir eiga at verða sendar í EPS-, tiff- ella jpeg-formati, ella sum prent (fotomyndir, - pappír ella diapositiv - ella útprentaðir grafar/myndir). I tekstinum eiga tilvísingar ikki at vera talmerktar, men navngivnar sum Joensen (1963), ella, tá ið tað liggur betur fyri, sum (Joensen, 1963). Er meiri enn ein tilvísing, eigur at verða skrivað soleiðis: Joensen (1963; 1970), ella: (Joensen, 1963; 1970), ella: (Svabo, 1783; Joensen, 1963). Soleiðis eigur at verða víst til ávísar síður: (Joensen, 1963: 123-134). Soleiðis eigur at verða víst til tveir høvundar: (Joensen og Táning, 1970) og soleiðis til meiri enn tveir høvundar: (Enckell et al., 1986). Longri niðri stendur tilvísing í fullum orðaljóði. Tilvísingarlistin eigur ikki at verða settur í nummarrøð, men skrivaður í bókstavarøð, heiti á bókum í fullum líki, tíðarrit við teimum styttingum, sum tíðarritið nýtir í løtuni, so sum: Benjaminsen, T. og Christensen, I. 1980. The natural history of the bottlenose Whale, Hyperoodon ampullatus (Foster). In: Winn, H.E. and Olla, B.L. (eds). Behavior of Marine Animals 3: 143-158. Enckell, P.H., Bengtson, S-A., Douwes, P., Niklasson, M., Stille, B. og Wiman, B. 1986. The dispersal pattern of an anthropochorous species: Genetic variation in populations of Lumbricus terrestris L. (Lumbricidae) in the Faroe Islands. Hereditas 104: 253-261. Joensen, J.S. og Táning, Á.V. 1970. Marine and Freshwater ftshes. In: Spárck, R.t and TUxen, S.L. (eds). 1928-1971. The Zoology of the Faroes 111(1): LXII-LXIII. 1-241. Svabo, J.C. 1783 (1959). Indberetninger fra en Reise i Fcerøe 1781 og 1782. Selskabet til Udgivelse af Færøske Kildeskrifter og Studier. København. Udkast til Lov for Færøeme om Jagt, Fugleíángst m.m. 1911. Forslag og Betænkninger afgivne af Den Færøske Landbokommision. København: 303-314. Sendið handritini til Dorete Bloch, ritstjóra, Føroya Náttúrugripasavn, FO-100 Tórshavn, tlf.: 352320, faks: 352321, Teldupostur: doreteb@ngs.fo.
Qupperneq 1
Qupperneq 2
Qupperneq 3
Qupperneq 4
Qupperneq 5
Qupperneq 6
Qupperneq 7
Qupperneq 8
Qupperneq 9
Qupperneq 10
Qupperneq 11
Qupperneq 12
Qupperneq 13
Qupperneq 14
Qupperneq 15
Qupperneq 16
Qupperneq 17
Qupperneq 18
Qupperneq 19
Qupperneq 20
Qupperneq 21
Qupperneq 22
Qupperneq 23
Qupperneq 24
Qupperneq 25
Qupperneq 26
Qupperneq 27
Qupperneq 28
Qupperneq 29
Qupperneq 30
Qupperneq 31
Qupperneq 32
Qupperneq 33
Qupperneq 34
Qupperneq 35
Qupperneq 36
Qupperneq 37
Qupperneq 38
Qupperneq 39
Qupperneq 40
Qupperneq 41
Qupperneq 42
Qupperneq 43
Qupperneq 44
Qupperneq 45
Qupperneq 46
Qupperneq 47
Qupperneq 48
Qupperneq 49
Qupperneq 50
Qupperneq 51
Qupperneq 52
Qupperneq 53
Qupperneq 54
Qupperneq 55
Qupperneq 56
Qupperneq 57
Qupperneq 58
Qupperneq 59
Qupperneq 60
Qupperneq 61
Qupperneq 62
Qupperneq 63
Qupperneq 64
Qupperneq 65
Qupperneq 66
Qupperneq 67
Qupperneq 68
Qupperneq 69
Qupperneq 70
Qupperneq 71
Qupperneq 72
Qupperneq 73
Qupperneq 74
Qupperneq 75
Qupperneq 76
Qupperneq 77
Qupperneq 78
Qupperneq 79
Qupperneq 80
Qupperneq 81
Qupperneq 82
Qupperneq 83
Qupperneq 84
Qupperneq 85
Qupperneq 86
Qupperneq 87
Qupperneq 88
Qupperneq 89
Qupperneq 90
Qupperneq 91
Qupperneq 92
Qupperneq 93
Qupperneq 94
Qupperneq 95
Qupperneq 96
Qupperneq 97
Qupperneq 98
Qupperneq 99
Qupperneq 100
Qupperneq 101
Qupperneq 102
Qupperneq 103
Qupperneq 104
Qupperneq 105
Qupperneq 106
Qupperneq 107
Qupperneq 108
Qupperneq 109
Qupperneq 110
Qupperneq 111
Qupperneq 112
Qupperneq 113
Qupperneq 114
Qupperneq 115
Qupperneq 116
Qupperneq 117
Qupperneq 118
Qupperneq 119
Qupperneq 120
Qupperneq 121
Qupperneq 122
Qupperneq 123
Qupperneq 124
Qupperneq 125
Qupperneq 126
Qupperneq 127
Qupperneq 128
Qupperneq 129
Qupperneq 130
Qupperneq 131
Qupperneq 132
Qupperneq 133
Qupperneq 134
Qupperneq 135
Qupperneq 136
Qupperneq 137
Qupperneq 138
Qupperneq 139
Qupperneq 140
Qupperneq 141
Qupperneq 142
Qupperneq 143
Qupperneq 144
Qupperneq 145
Qupperneq 146
Qupperneq 147
Qupperneq 148
Qupperneq 149
Qupperneq 150
Qupperneq 151
Qupperneq 152
Qupperneq 153
Qupperneq 154
Qupperneq 155
Qupperneq 156
Qupperneq 157
Qupperneq 158
Qupperneq 159
Qupperneq 160
Qupperneq 161
Qupperneq 162
Qupperneq 163
Qupperneq 164
Qupperneq 165
Qupperneq 166
Qupperneq 167
Qupperneq 168

x

Fróðskaparrit

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.