Fróðskaparrit - 01.01.2007, Qupperneq 8
6
NÆMINGAR í LATÍNSKÚLANUM Í HAVN OG TORULF GREGERSEN
[3] “Oc findis der paa denne Tjd / saa
mange lærde Personer aff Færøeske
Indfødde / at de kunne forsørge alle
Færøes Præste=Kald / aff hvilcke Fire
ere allerede Præster udi Færøe.” Hesir
fýra mugu vera Daniel Mikkelsen,
sóknarprestur i Norðuroyum, og teir
tríggir liann man hugsa um undir [2],
sum longu vóru hjálparprestar í Føroy-
um tá ið LD skrivaði bók sína. Saman
við teimum trimum sum eru nevndir
undir [1] kundu teir “forsørge alle Fær-
øes Præste=Kald”, ið vóru sjey í tali.
Hatta er ongin næmingalisti. Lista sín hevur
LD sum sagt longu givið nakrar siður
frammanundan. Har nevnir hann 6 menn ið
hava verið næmingar i latínskúlanum og
síðani aðrastaðni, og sum eru vorðnir prest-
ar í Føroyum.
Løgið er at LD har ikki nevnir Daniel
Mikkelsen, sum kortini má vera ein av teim
íyra føroyingunum hann sjálvur hugsar um
sum prestar í Føroyum í samtíðini: hann
varð innskrivaður á universitetinum í 1656,
varð hjálparprestur í Norðuroyggjum í
1661, sóknarprestur har frá 1670 til hann
doyði í 1682. Tann seinasti LD nevnir, er
Jonas Mikkelsen, ið varð innskrivaður í
1644, sóknarprestur í Norðurstreymoy frá
1650 til hann doyði í 1666. Hví nevnir LD
ikki Daniel Mikkelsen? Eg má bara gita:
Kann hann hava gloymt hann? Ella kann
hann hava hildið - ella vitað - at Daniel ikki
hevði verið næmingur í latínskúlanum?
Hann varð innskrivaður frá latínskúlanum í
Keypmannahavn, og vit vita ikki um hann
hevði gingið í latínskúlanum í Havn framm-
anundan (tað gitir H. J. Debes 2000, s. 149).
Ella kann LD hava brúkt eina skrivliga
keldu frá tíðini millum Jonas og Daniel?
N. Andersen (1895, s. 305) nevnir eisini
menn ið hava verið næmingar í latínskúlan-
um í Havn (og kanska síðani í einum øðrum
latínskúla), og sum eru vorðnir prestar í
Føroyum. Hjá honum eru teir 15 í tali. Tvær
grundir eru til at hann nevnir 9 fleiri enn
LD. Onnur er at hann nevnir 8 sum eru
seinni enn teir LD nevnir (bók hansara er
um tíðina 1600-1709). Hin er at hann heldur
at Thorluf Gregersen hevur gingið í latín-
skúlan í Havn. TG vendi eg aftur til.
Tann triði listin eg sipaði til omanfyri, er
gjørduravH. J. Debes(2000, s. 144ff). Hann
hevur yvirskriftina Immatrikuleraðirføroy-
ingar, sum vísirat HJD ikki bara hevurtikið
prestar í Føroyum við (eins og LD og NA
høvdu gjørt), men eisini menn hann helt vera
føroyingar og innskrivaðar á universitetinum,
men sum ikki vórðu prestar í Føroyum: Jacob
Audensen, Iohannes Martini Farinsulanus,
Severinus Iohannis Fæ[r]ø (?), íyri bara at
nevna teir sum em eldri enn Jonas Mikkelsen.
Hatta er onnur grundin til tann munin
millum HJD og hinar báðar, at til og við
Jonas Mikkelsen nevnir LD 6, NA 7, men
HJD ikki færri enn 14. Hin grundin er at
HJD ímóti yvirskrift sínari eisini umtalar
prestar í Føroyum ið ikki vóru føroyingar:
Ismael Nielsen, Auden Andersen, Rasmus
Christensen Ganterup, Peder Hellesen Vi-
borg (seinni hoyra eisini Lucas Jacobsen
Debes, Christopher Múller, Christian Jen-
sen Fers og fleiri upp í henda bólkin). HJD
er ikki konsekventur: nevnir nakrar prestar
í Føroyum ið ikki vóm føroyingar, men ikki
allar, t.d. ikki Hans Jørgensen Fynbo, ið var
prestur í Norðuroyggjum um ár 1600.