Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 21
INITIATIVES OF WORKHOUSE/POORHOUSE BUILDING
IN THE 18™ AND 19™ CENTURY TÓRSHAVN
19
Brockenhuus stiftamtmaður helt hesar
ætlanir vera rímiligar og væl grundgivnar,
sum sæst av brævi hansara 24. juli 1780 til
Aðaltollkamarið.23 Enn vantaði tó meting
av byggikostnaði og nærri reglur um rakst-
ur, roknskaparhald o.tíl.
I 1784 bað Rentukamarið Danska Kan-
selliið góðkenna, at tann neyðugi pening-
urin til at byggja uppí á Skansanum varð
játtaður antin úr fátækrakassanum ella av
ognini hjá Argjahospitali.24 Brævið vísir
samstundis, at allar ætlanir um at byggja
arbeiðshús til óhjálpin fátækrafólk vóru
sleptar, og í staðin varð við resolutión frá
10. apríl 1780 kongins tíggjundaull at tilluta
fátækum havnarfólki.
Eftir hetta er einki bræv funnið, sum
vísir víðari lagnuna við tukthúsætlanum í
hesum umfari. Men ið hvussu er varð einki
tukthús stovnað á Skansanum. Hugsast
kann, at ein grund til, at ætlanin datt niður-
fyri var, at tað í 1785 varð farið undir at
styrkja Skansaverjuna.25 Hetta arbeiði helt
fram nøkur ár. Arbeiðsmegin varð fingin til
vegar við at útskriva menn at arbeiða upp á
Skansan ávíst dagatal - sum pliktarbeiði og
ikki sum revsiarbeiði.
Tað er rættiliga sannlíkt, at tukthúsætl-
anir eru komnar í andsøgn við endamálið at
styrkja Skansan um verjuvirki. Ein annar
spurningur er, hvussu mundi undirtøkan í
samfelagnum yvirhøvur hava verið fyri
tukthúsi?
1 1774 vórðu prestar og sýslumenn m.a.
spurdir um, hvørji ráð teir mæltu til fyri at
minka ullarbidding. Allir vóru samdir um,
at bidding var ein plága, men ikki um orsøk-
1 i'nar, og enn minni samdir um, hvat ið
kundi minka hesa plágu. Felags fyri allarer
tó, at teir hugsaðu út frá tí verandi partriark-
alsku samfelagsskipanini, har ognarleys arb-
eiddu á bóndagørðum, og teir sóu ikki aðrar
møguleikar fyri tryggum lívsgrundarlagi
undir einum húshaldi. Ymisk uppskot vóru
um, hvørji revsitiltøk áttu at komið upp á tal
fyri arbeiðsfør, sum bóru seg undan at arb-
eiða. Summir vóru íyri at noyða fólk at arbeiða
á gørðunum, aðrir meintu, at bøndur kundu
syrgt fyri at lønt tænastufólki betur og farið
betur við teimum. Onkur var, sum mælti til
gapistokk ella bót, men eingin nevndi nakað
um revsiarbeiði t.d. á einum tukthúsi. Stór
semja var tó um, át bøndur og onnur áttu at
verið rneira afturhaldandi við at geva ull og
aðrar gávur uttan til óhjálpnar armingar.
Tørvur á tukthúsi?
Eitt dømi um, at farið varð frá likamsrevs-
ing til frælsistøku, var nýggj lóg frá 1789
um revsing fyri stuldur, tinglisin í Føroyum
sama ár. Sambært tí gomlu Norsku Lóg var
likamsrevsing (gapistokkur ella kákstrúk-
ing) fyri stuldur, revsingin varð herd við
endurtøku; um tjóvur varð tikin fjórðu ferð
l'yri vanligan stuldur ella tikin aðru ferð fyri
“stóran stuldur” (stórdýra-, men ikki seyða-
tjóvarí), kundi hann verða sendur til
revsiarbeiði á Bremarholm.
í inngangsorðunum til fyriskipanina
1789 stóð, at endamálið skuldi vera, at
“Straffelovens Retfærdighed skal være led-
saget af saa megen Lemfærdighed, som den
offentlige Sikkerhed tillader.” Revsingin
skuldi ikki einans vera sum hevnd hins
órættaða ella samfelagsins, men skuldi
betra tann revsaða, broyta hugburð og
sinnalag hansara.26
Við lógini frá 1789 datt likamsrevsing
burtur, og tukthúsarbeiði gjørdist vanligasta
revsing; fyri vanligan stuldur 2 mánaðir til