Fróðskaparrit - 01.01.2007, Qupperneq 24
22
TUKTHÚS, ARBEIÐSHÚS OG FÁTÆKRAGARÐUR
Siður hevði verið, at teir grovastu lóg-
brótararnir vórðu sendir í fongsul í Dan-
mark. I 1811 kom boðskriv um, at vegna
trupult skipasamband millum Føroyar og
Danmark skuldi fyribils galda, at lógbrótar-
ar, sum vórðu dømdir at arbeiða á Køben-
havns Forbedringshus, skuldu í staðin setast
til revsiarbeiði “i et af Landets Arresthuse
og der gives et bestemt Arbeide og en be-
stemt Underholdning ...” 34Boðskrivið var
stílað til stiftamtmannin, sum fekk litið upp
í hendur at avgera, hvat slag av arbeiði
fangarnir skuldu setast til, og annað prakt-
iskt - ein uppgáva, sum stiftamtmaðurin
eyðvitað skuldi lata víðari til føroysku
embætismenninar at taka sær av.
Fletta kann hava verið ein grund til, at
ætlanirnar um at byggja fangahús vórðu
tiknar fram aftur i 1815. Tá fekk stiftamt-
maðurin boð um at áleggja fútanum, havn-
arpresti, sýslumanninum í Havn, handils-
forvaltaranum og einum fimta manni í felag
at gera eina ætlan til eitt “straffe- og ar-
bejdshus”.35 IVIen heldur ikki hesa ferð kom
nakað burturúr, og tað hóast tað aftur í 1818
komu boð úr Keypmannahavn, at fyribils-
skipanin frá 1811 skuldi standa við.36 -
Orsøkin til leingjanina var tá, at Køben-
havns Forbedringshus tá var illa farið, eftir
at fangarnir í 1817 høvdu gjørt uppreistur
og sett eld á, so har var plásstrot.37
Seinni ætlanir um arbeiðshús
Tankin um tvingsulsarbeiðsstovn varð upp-
afturtikin í 1830-árunum, tá ið talan var um
at umvæla og byggja uppí tann sonevnda
Arbeiðsskúlan í Havn. Hesin skúli hevði tá
virkað í nøkur ár, har ungfólk kundu læra
veving og annað tóvirki.38 í 1835 søkti F. F.
Tillisch amtmaður Rentukamarið um 500
rd. til at umvæla Arbeiðsskúlan og skeyt í
sama viðfangi upp, at umframt sjálvan
arbeiðsskúlan skuldi vera ein deild, ein
“tvangsarbejdsanstalt,” har arbeiðsførir
leysgangarar og biddarar skuldu setast til
arbeiði. Hann vísti á, at áður hevði ein
nevnd verið sett at gera ein tílíkan stovn,
uttan at nakað var komið burturúr tá39; hann
sipaði her til nevndina, sum varð sett í 1815.
’Tvangsarbejdsanstalt’’ var eitt av fleiri
stovnsheitum, sum komu inn í danska málið
í 1800-árunum, oftast í sambandi við lóg-
reformar á fongsuls- og forsorgarøkinum.
“Tvangsarbejdsanstalt” varð nevnt í fá-
tækralógini frá 1803 sum stovnur fyri bidd-
arar og leysgangarar, men tað var ikki mein-
ingin, at hesin stovnur eisini skuldi vera
fongsul fyri aðrar lógbrótarar, eitt nú tjóvar.
Tá ið amtmaðurin eftir áheitan frá
Rentukamarinum skuldi gera grein fyri,
hvat hesin tvingsulsarbeiðsstovnur skuldi
nýtast til, nevndi hann umframt leysgang-
arar og biddarar eisini lógbrótarar, dømdir
til fongsulsarbeiði. Slikir lógbrótarar høvdu
síðan 1811 sitið dómin av í arrestini í
Portugálinum. Men tað hevði víst seg at
vera torført at finna hóskandi arbeiði at seta
fangarnar til, og arrestin var ikki egnað til
arbeiðsstovur. Tí var ætlan hansara, at tvær
arbeiðsstovur skuldu vera, onnur til leys-
gangarar/biddarar, hin til lógbrótarar við
fongsulsdómi. Arbeiði teirra skuldi vera at
vaska, karða og spinna ull, so næmingamir
sluppu frá hesum og í staðin kundu nýta alla
tíðina til tað, teir vóru komnir at læra: at
veva.
Danska kanselliið vildi hava nærri upp-
lýsingar og útgreining av ætlanini. Serliga