Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 27
INITIATIVES OF WORKHOUSE/POORHOUSE BUILDING
IN THE 18™ AND 19™ CENTURY TÓRSHAVN
25
endelig i den vil være i Stand til at udøve en
gavnlig Tvang paa Vagabonden og andre
mislykkede Subjecter...”. Orsøkin segðist
vera alsamt vaksandi útreiðslur til fátækra-
hjálp. Býarstýrið í Havn viðmælti og legði
afturat, at tað kundi verið hóskandi, at fá-
tækragarðurin fekk eitt sindur av jørð, sum
tey innihýstu kundu røkja.44
Tankarnir við fátækragarði vóru sostatt
fleiri: umsorgan íyri gomlum og ússaligum,
ein ræðumynd, ið skuldi halda fólki aftur at
søkja fátækrahjálp, og endiliga tyktan av
landastrokum o.ø.
Ein kostnaðarmeting varð gjørd fyri
bygging og rakstri av fátækragarði. At
byggja fátækragarð, keypa jørð og innbúgv
varð mett at kosta 9.500 kr., og raksturin
mettur til 1.880 kr. um árið umframt mat-
vørur o.a. til tey innihýstu. Fyri at meta um
tørvin á fátækragarði útvegaði løgtingið sær
upplýsingar frá øllum landinum um, hvussu
nógv fólk fingu fátækrahjálp, hvussu nógv
hetta kostaði, og um kommunurnar tóku
undir við ætlanini.
Hesar upplýsingar vórðu lagdar fyri
tingið í 188545: í alt fingu 82 fólk fasta
iátækrahjálp, 22 i Eysturoy, í Suðurstrcymi
og i Havn 14. Aðrastaðni lá talið niðan
fyri 7 í hvørjari sókn ella kommunu. Út-
reiðslumar vóru góðar 3.800 kr. tilsamans.
Tær allarflestu kommunurnar svaraðu,
at tær ikki hildu tørv vera á fátækragarði.
Høvuðsgrundgevingin var, at tað var nógv
bíligari at halda fram við verandi skipan:
untin at gjalda fátækum eitt ískoyti til hús-
haldið, ella at fáa onkran at taka tey í húsið
styttri ella longri tíð móti gjaldi (12-15 oym
um dagin).
Við tað at kommunurnar ikki tóku undir,
og amtskassin ikki hevði ráð at byggja
fátækragarð, avgjørdi løgtingið, at einki
meira skuldi gerast við hetta mál.
Samanumtøka og niðurstøða
I tíðarskeiðnum um leið 1770 til 1840 vóru
í fleiri umførum meira ella minni ítøkiligar
ætlanir um at byggja tukthús og líknandi
stovnar, ið antin vóru kombinerað fongsul
og forsorgarstovnur, ella á markinum har-
ímillum.
Høvuðsgrandgeving var í øllum førun-
um at loysa ein sosialan trupulleika, t.e. at
avmarka tal á biddaram og leysgangarum.
Tukthúsætlanin í 1770-áranum hevði neyvt
samband við “trælalógina” frá 1777, og
fyrimyndin var tátíðar fátækrapolitikkur í
Norðurlondum. Andin í 1777-fyriskipanin
og herundir tann fýriskipaða arbeiðsskyldan
var við til at styrkja ta feudalu, patriarkalsku
samfelagsskipanina heldur enn at broyta
hana. Tann “rætta” samfelagsskipanin var í
hugaheiminum framvegis eitt stættasam-
felag við siðbundnum valdsstiga.
Aðrir tørvir, ið tukthúsið og í seinni
umfari arbeiðshús ella ein fátækragarður
skuldi nøkta, vórðu eisini tiknir við í um-
hugsanunum, men ikki við somu sterku
grundgevingum sum at koma biddingini til
lívs. Framvegis var ráðandi hugsan, at or-
søkin til fátækt fyri stóran part var leti og
treiskni. Og framvegis gramdu bøndur seg
um, at teir ikki fíngu nóg mikið av tænastu-
fólki. 1 1836 verður sagt, at summir tá
loystu henda trupulleika við tí skipan, ið
varð nevnd triðingsgerð - at lata teim
fátæku ull at virka móti at lata 2/3 í arb-
eiðsløn.46
Teir menn, sum talaðu fyri at fáa eitt