Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 28
26
TUKTHÚS, ARBEIÐSHÚS OG FÁTÆKRAGARÐUR
tukthús, sóu fyri sær ymsar fyrimunir:
vinnuroyndir við nýggjari og betri skipaðari
framleiðslu av landsins tilfeingi av ull og
øðrum búnaðarvørum, og betri útnytting av
bíligari arbeiðsmegi. Roynt varð at gera
greiðan skilnað millum óarbeiðsfør og
arbeiðsfør, hin fyrri bólkurin skuldi hjálp-
ast, hin seinni revsast og tyktast til arbeiði.
Tankin var, at mannalyndi og (arbeiðs)-
moralur kundu broytast. Kanska teir vænt-
aðu, at tey innihýstu kundu broytast til
góðar samfelagsborgarar, men líka tungt
vigaði tankin um tukthúsið sum ræðumynd
og hóttan. Tað, at tukthúsarbeiði var ein
sannlík revsing fyri treiskni og leti, fór í
sjálvum sær at virka fyribyrgjandi, tí tað var
skomm at verða settur i fongsul. Tað lá tí
ein meting av bæði likamligari og moralsk-
ari styrki sum orsøk til fátækt.
Ilt er at meta, hvussu umfatandi bidd-
ingin var. Eingið samlað yvirlit yvir givin
biddaraloyvi eru skrásett hjá amtinum ella
fútaembætinum fyri 1836. Ein teljing av
givnum biddaraloyvum 1836-1850 visir, at
árliga talið vanliga var niðan fyri 10, ein-
støk ár (1837 og 1850) millum 10 og 15.
Bert í einstøkum førum vórðu umsóknimar
noktaðar, eftir at prestur ella sýslumaður
høvdu viðmælt.47 Ivasamt er tó, um hesi tøl
geva rætta mynd av, hvussu umfatandi
biddingin var. Tey samsvara ið hvussu er
ikki við uppáhaldið um ta nógvu bidding-
ina.
Meiningin var, at biddarar skuldu kunna
handtakast, um teir ikki høvdu biddara-
loyvi, men hetta var ikki ein uppgáva, sum
sýslumenninir vóru fegnir um. Amboðini at
handheva lógini vóru sostatt ikki nóg góð.
Sum nevnt varð í 1777-fyriskipanini
eisini sett forboð at lata gávur og olmussur
til biddarar við ongum biddaraloyvi. Gjøgn-
um alt tíðarskeiði gongur sum reyður tráður,
at ein stór forðing fyri at avmarka tal á
biddarum var, at fólk vóru alt ov lagalig at
lata ull og aðrar gávur til hesi fólkini, í stað-
in fyri at melda tey. Hetta bendir á, at bann-
ið ikki hevur havt undirtøku í fólkinum.
Tað kundu vera fleiri grundir til, at so
var. Tað hevði frá fyrndartíð verið ein
moralsk skylda hjá teimum, sum vóru betur
fyri, at hjálpa armingum, ein skylda sum tey
ikki uttan víðari ristu av sær. Samfelagið var
lítið, skyldskapar- og kenningabond long og
fløkjaslig, og persónskunnleikin breiður.
Hevndin fyri ikki at vera gávumildur kundi
vísa seg á mangan hátt, um ikki beinleiðis,
so við óeydnu ella at verða lagdur undir
gand.
Gávumildni er ein dygd, men gevur
eisini vald og virðing í umdømi. Forboð
móti at lata olmussu og gávu var at taka
myndugleikan til at umsita rættvísi frá
teimum gevandi og flyta hann til tað al-
menna. Hetta kunnu vit ikki útiloka hevur
ligið í huganum, um enn tað ikki vórðu sett
orð á tað.