Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 73
THE DISTRIBUTION OF THE TWO AUXILIARY VERBS
BLÍVA AND VERÐA IN MODERN SPOKEN FAROESE
71
(ii)í ný-norskum málførum eru vanliga
tríggir bendingarformar: ein formur við bli, ein
annar við verte, og ein triði við báðum: bli - blir
- vart — vorte. I yngri máli eru harafturat aðrar
blandingar íkomnar, t.d. bli - blir - vart - blitt.
(Víst verður á egið brævaskifti við Sandøy prof-
essara, Nordisk institutt á Universitetinum í
Bergen, april 2007). Eisini Markey lýsir hetta
eyka bendingarmynstrið (suppletive paradigm)
bli - blir - vart - vurti, ið kemur fyri í einum
stórum norðurlendskum máløki (Markey,
1969:9 & 157-164).
Sostatt skulu ongar samanberingar verða
gjørdar her millum tilveruna hjá hesum báð-
um sagnorðunum í føroyskum og í hinum
norðurlendsku málunum. Viðgerðin skal
haraftur ímóti vísa, at hesi bæði orðini ikki
eru at rokna sum samnevni í føroyskum nú.
3.0 MÁLFRØÐILIG FRÁGREIÐSLA
3.1 Varandi tíð mótvegis varandi leiti
(Durativ Tid uv. Durativt Aspekt)
Sambært Crystal verður stutt tikið við, at
málfrøðingar nú greina varandi gerð
(durativ aktionsart) sum leiti (aspekt)
og ikki sum tíð “because of the complex
interaction of durational, completive and
temporal features of meaning involved”
(“orsakað av lløkta samspælinum millurn
varandi, fullfíggjaðum og tíðarsettum merk-
ingarbrigdum í teimum”) (Crystal, 1997:
89).
Hetta sjónarmið byggir á Rornan Jakob-
sons lýsing av leiti sum “the narrated event
itself without involving its participants and
without reference to the speech event”
(“frásøgutilburðurin uttan íblanding av lut-
takarum og uttan tilvísing til talutilburðin”)
(Jakobson, 1957:493, endurgivið hjá Fried-
rich, 1974:2). Friedrich vísir á, at Jakobson
skilir millum leiti og tíð, av tí at tíð má
lýsast við tilvising til talutilburðin (Ibid,
1974:3). Nútíðar málfrøði skilir sostatt
millum tíð, sum er sagnorða tíð (tempus)
merkt bendingarformliga (morfologiskt)
(og av ti bert tvær tíðir í føroyskum eins og
í øðnim germanskum málum, nútíð og tá-
tíð), og millum leiti, sosurn tær ‘løtu-
kendu’/'fullfiggjaðu’ (‘perfektive’/komple-
tive’) og ‘áhaldnu’/‘varandi’ (‘progres-
sive’/‘durative’) gerðir (aksjonsarter). í
greinini skal hetta sjónarmið verða fylgt
við, at varandi gerð (durativ aktionsart)
verður viðgjørd sum leiti (aspekt), ikki
sum TÍÐ.
3.2 Leiti mótvegis gerð (Aspekt vs.
Aksjonsart)
Bókmentir viðvíkjandi leiti (aspekt) í ger-
mansku málunum fevna vítt. Nevnast
kunnu Poutsma (1926), Verkuyl (1972),
Thorell (1973), Friedrich (1974), Comrie
(1976), Mourelatos (1978) og Brinton
(1988), sum leitað hevur verið til viðvíkj-
andi ástøði til greinina.
Sambært Verkuyl varð leiti (aspekt) fýrst
í 20. øld viðgjørt á ein heldur fløktan hátt
yrkorðafrøðiliga (terminologisk), og Ver-
kuyl sigur, at av hesurn gjørdist nógv
ógreiði burturúr við veikum skilmarkingum
(defínisjoner) (Verkuyl, 1972:6). Frøðiliga
markið millum leiti og gerð er lutfalsliga
nýtt. T.d. man Poutsma hugsa um leiti sum
iborið (inherent) í sagnorðinum, tá hann
sigur, at “the normal aspect of the verb is
often modified or even utterly changed by
the context” (“regluliga sagnorðaleiti verð-
ur ofta avnrarkað ella enntá heilt broytt av
samtekstinum”) (Poutsma, 1926:291).