Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 75
THE DISTRIBUTION OF THE TWO AUXILIARY VERBS
BLÍVA AND VERÐA IN MODERN SPOKEN FAROESE
73
men fer víðari og nýtir fføðiheiti ‘avleiðslu-
evnislýsing’. Sambært Friedrich so eru “øll
tøk háttaløg” viðvíkjandi leiti nýtt til fulnar
í homeriskum grikskum:
[...] the inherent-radical (i.e., inherent features
of roots), the derivational-thematic (features of
themes such as the aorist), and finally the
adverbial-compositional (involving interplay
between verbs and adverbs) (Ibid, 1974:5);
(tað upprunaligt íboma (t.e. tað, sum liggur í rót
eyðkennunum), avleiðslu-evnislýsingin (evnis-
eyðkenni sosum grikski tátíðarformuirn aorist)
og at enda hjáorða-samansetingarliðir (íroknað
samspæl millum sagnorð og hjáorð))
Hann sigur, at djúpa merkingin í sagnorð-
inum verður avgjørd av rúmi ella øðrum
mongdar (kvantitet) sermerkjum í viðkom-
andi setningi. Hesi kunnu so forða fýri vali
av einum sagnorði í mun til eitt annað
vegna tað, at íboma eðli ella tæri (kvalitet)
hjá tí hevur eitt serligt leiti. (Ibid, 1974:8).
Hetta tykist vera sama niðurstøða sum hjá
Comrie.
Brinton tykist at vera uppaftur greiðari í
sínum sjónarmiði, tá hann sigur, at sín á-
millum ávirkan millum tað íborna í sagn-
orðinum og leitismerki hava týdning fyri
heildarmerkingina (Brinton, 1988:38). Við-
víkjandi muninum millum leiti (aspekt) og
gerð (aktionsart), verður her valt at fylgja
sjónarmiðinum hjá Brinton:
Aspect is grammatical because [...] it is expres-
sed by verbal inflectional morphology and peri-
phrases, aktionsart by the lexical meaning of
verbs and verbal derivational morphology. As-
pect is the subjective because the speaker choo-
ses a particular viewpoint, whereas aktionsart,
since it concerns the given nature of the event
and not the perspective of the speaker, is objec-
tive. Aktionsart is the character of the situation
named by the verb. (Brinton, 1988:3).
(Leiti er mállæruligt, tí... tað verður framborið
av sagnorða bendingarligari formlæru og um-
orðingum, gerð av orðatilfeingis merking av
sagnorðum og sagnorða avleiðslu bendingar-
formlæru. Leiti er grundliðurin, tí tann talandi
velur eitt serstakt sjónarmið, meðan gerð, við
tað at hon viðvíkur tí, sum tilburðurin ber í sær,
og ikki sjónarhominum hjá tí talandi, er ávirki.
Gerð er støðueyðkenni, ið verður nevnt av
sagnorðinum.)
Eisini Thorell (1973:120) nýtir somu frøði-
heiti sum Brinton og ger sama skilnað mill-
urn gerð og leiti:
Ett verbs aktionssátt anger skeendets karaktár i
och for sig [...]. Aspekt anger den syn-vinkel ur
vilken den talande betraktar det av verbet
uttrykta skeendet [...].
(Gerðini hjá einum sagnorði lýsir eyðkenni í
tilburðinum ... Leiti lýsir sjónarhorni úr hvørj-
um tann talandi eygleiðir tann av sagnorðinum
framboma tilburðin...)
Við hesum skilnaði er gerð tann íbomi
eginleikin í sagnorðagerðini, meðan leiti
kann verða lagt afturat gjøgnum orðakervið
ella setningsbygnaðin. Hetta síðstnevnda
merkir, at leiti verður tengt at gmndliðinum
við tað, at tann, sum nýtir málið, velur leiti.
3.3 Varandi leiti mvs. framsóknum leiti
(Durativt v.v. Progressivt Aspekt)
Skilnaðurin millum tað framsókna (‘pro-
gressiva’) og tað varandi (‘durativa’) leiti er
uppaftur eitt annað evni innan málfrøði við
miklum orðadrátti. Denison sigur seg nýta
heitið framsøkin (progressiv) afturhald-
andi (‘hesitantly’), og vísur á Visser, ið
heldur vil nýta hin meir uttanveltaða, víðk-
aða formin (‘expanded form’) (Denison,
1993:371).