Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 76
74
NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI
BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTÍÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM
Brinton sigur, at óskilið viðvíkjandi
merkingini av frøðiheitinum framsøkin
kemur av nýtsluni av heitinum varandi, sum
hann heldur vera eitt gerðar frøðiorð, ið
vísir til eitt tíðartengt sermerki av einari
støðu (“an aktionsart term referring to an
inherent temporal feature of a situation”).
Hann vil sostatt heldur hava framsøkin enn
varandi (Brinton, 1988:9). Av tí, at Brinton
nýtur frøðiheitið framsøkin í samband við
enska formin avmarkað ella sagnháttar
sagnorð (finit verb) + -ing verður her valt
at fylgja Jeffrei Henriksen, ið hevur umsett
durativ til varandi gerð (Henriksen,
2003:175). Lýsing av ymiskum slag av
gerð í føroyskum er at frnna hjá Henriksen,
2000:44-47, og fevnir hann millum annað
um byrjanar- (ingressiv), endurtakandi
(iterativ), endandi (egressiv) og fullførd
(resultativ) gerð.
3.4 Stutt um endurtakandi gerð
(Iterativ)
Tað, sum liggur í Iterativ, liggur í føroyska
heitinum endurtakandi gerð. Umframt at
vísa til Henriksen 2000:44-47, skal stutt
skoytast uppí, hvussu endurtakandi gerð
stundum kann lýsast sum varandi gerð. Aft-
ur verður víst til Brinton, sum sigur, at
(ávirkanin av tí framsókna við einum vana
er at myndbera vanan, sum ikki er fram-
haldandi, sum um hann var framhaldandi)
“[...] the effect of the progressive with a
habit is to portray the habit, which is not
continuous, as if continuous” (Brinton,
1988: 41). Á hendan hátt førir Brinton
prógv íyri, at ‘stundvís gerð’ (punktuell), ið
verður endurtikin, kann skiljast sum áhald-
andi við at endurtikna gerðin verður fram-
borðin sum báði títt og reglulig, tað vil siga,
at endurtøkan í sjálvum sær verður til áhald.
Á hesum grundarlagið skal í greinini førast
prógv fyri, at tann talandi, við at nýta var-
andi leiti, í summum førum gevur endur-
takandi gerðum eina merking av framhaldi
fyri at lýsa nakað sum líkist áhaldi ella
varandi støðu.
3.5 Stuttum broytingarsagnorð (Inkoativ)
Eins og omanfyri, liggur merkingin í Inkoa-
tiv í føroyska heitinum broytingarsagn-
orð. Hesi sagnorð siga frá umskifting, antin
broytingin fer skjótt fram, ella hon er ein
gongd, ið varir eina tíð. Dømi eru tey form-
frøðiliga tillagaðu sagnorðini ‘hvítna’,
‘sortna,’ ‘blikna,’ ‘fítna,’ ‘klænka,’ o.s.fr.
Henriksen hevur tvær merkingar fyri
‘inkoativ’; broytingarsagnorð og byrj-
anarsagnorð (Henriksen, 2003:216). í
hesi grein verður broytingarsagnorð valt
framum fyri ‘inkoativ’ av tí, at ‘ingressiv’
helst er tað, ið liggur i heitinum byrjanar-
SAGNORÐ.
4.0 FRAMLØGA
4.1 Starvsskipanar politikkur
4.1.1 Sannroyndir um hugburð til
sagnorðið Bliva íføroyskum
Siðvenja hevur verið, at føroyskir rithøv-
undar og blaðfólk nýta ikki bliva í fram-
søgnum. Hagtøl í mars 2006 úr teksta-
bankanum hjá Føroyamálsdeildini á Fróð-
skaparsetri Føroya vátta hetta. Har vórðu
102.898 dømi at finna við verða mótvegis
3.133 við blíva (allir formar). Um somu tíð
varð eitt leit gjørt í google á fo-heimasíðum,
og var úrslitið á alnótini eins týðiligt og tað
fyrra: 232.331 dømi við verða mótvegis