Fróðskaparrit - 01.01.2007, Qupperneq 77
THE DISTRIBUTION OF THE TWO AUXILIARY VERBS
BLÍVA AND VERÐA IN MODERN SPOKEN FAROESE
75
5.795 við blíva. Hetta má sigast at vera
áhugavert, tá hugsað verður um, at ein
stórur partur av tilfarinum á alnótini man
vera óformligt mál.
Av heimildarfólkunum til nevndu mast-
er-ritgerð vóru fleiri, ið søgdu seg ‘aldri’
nýta blíva i skrivligum. Hjá J.
H. Winther Poulsen, hvørs
greinir og skriv javnan verða
víst til í somu ritgerð, tykist
sagnorðið ikki vera at finna.
Hjá Lockwood læra vit, at: “in ordinary
speech and sometimes in writing, the lite-
raiy forms of verða are replaced by blíva” (í
talumáli og viðhvørt í skrivligum eru form-
ar av verða útskiftir við blíva) (Lockwood,
1977:75). Ikki er heilt greitt, hvat Lock-
wood sipar til við ‘literary forms’, men
hugsast kann, at tað í munnligum munnu
vera lítið nýttu tátíðarformamir, ið ljóðliga
ikki kunnu skiljast frá bindiliðasagnorðin-
um vera.
4.1.2 Starvsskipanarfyrimyndir
mótvegis kanningarúrslitum
Hagtøl úr tilfarinum til ritgerðina vísa ann-
an vegin, at blíva er lítið brúkt millum tey
yngru samanborið við bólkin av eldri heim-
ildarfólkum. Hin vegin er eisini funnin
lægri títtleiki av verða í sama bólki. Ein út-
legging, ið byggir á ávirkan í skúlanum og
úr bókmentum annars tykist sostatt heldur
einføld. Eitt væl eydnað úrslit átti at víst at
verða var meir í nýtslu í øllum sagnorða-
tíðunum, ikki bert nútíð. Tá hetta kortini
vísir seg ikki at vera so í talaðum málið,
mugu aðrar orsøkir vera at fínna. T.d. kann
hugsast, at onnur sagnorð og aðrir hættir
verða nýttir fyri at siga tað sama. Samlað
frávera av verða í tátíð er allarhelst ein
fýlgja av, at verða og vera gerast samljóð, 2.
persónur í eintali undantikin. Eisini hesin
síðstnevndi munurin er í ferð við at fara í
fleiri staðbundnum málfømm (sí Lockwood
sum víst á omanfyri);
Mrk.: av tí at ð er er uttan ljóð í dømunum, er munur
bert í skrivliga málinum.
Tey 12 heimildarfólkini til hesa greinina
vóm á einum máli um, at verða í tátíð ger,
at málið verður formligt, viðhvørt háfloygt.
Tað kann hava áhuga, at hetta er ein øvut
athygging enn tann, ið Markey hevur í rann-
sóknum sínum um hesi bæði sagnorðini í
svenskum, har heimildarfólk søgdu ‘bliva’
at vera formligt mál, meðan ‘varda’ segðist
at vera bygdasligt, ella ‘provinsielt’ (Mark-
ey, 1969:27). Vit vita kortini, at hóast tað í
føroyskum tykist vera siðvenja at skifta
blíva út við verða í tátíð, er tað ikki einasta
loysn. Fyri at sleppa undan at nýta blíva í
skrivligum kann sama sigast við umskriv-
ing. T.d. kann sagnorðið, um tað stendur við
broytingarsagnorðamerking, (inkoativ)
skiftast út við gerast'.
(aa) Tá blciv hann illur-^tá gjørdist hann illur
= tá varð hann illur
Flestu heimildarfólk settu fram hugsan um
at ‘gott’ skrivligt mál sjáldan fæst við bert at
skifta eitt orð út sum her, tó, at fýri stuttar
setningar, sum hesin, kan tað afturbenda
(refleksiva) gerast tykjast at gera meir og
NútIð: Tátíð:
VERA: eri/ert/er/eru / var/var(t)/var/vóru
VERÐA verði/verður/verður/verða/ varð/varð/varð/vórðu