Fróðskaparrit - 01.01.2007, Síða 79
THE DISTRIBUTION OF THE TWO AUXILIARY VERBS
BLÍVA AND VERÐA IN MODERN SPOKEN FAROESE
77
Varandi GERÐ, hevur reist spurningin, um
tað kann hugsast, at tey bæði sagnorðini
ikki hava heilt somu merking.
4.2.2 Einføld nútíð (Enkel presens)
Hvussu blíva og verða koma fyri í einfald-
ari nútí ð kann sigast at vera heilt javnt, allir
bólkar sæð undir einum. Við týðiligu út-
breiðsluni í nútíðar tolsøgn sum grundarlag,
skulu dømi í einfaldari nútið verða kannað
nágreiniliga fyri at greina, um merkingar-
munur kann vera til staðar. Vit fáa at síggja,
at sundurgreiningin styðjar málfrøðiliga
uppáhaldið, at merkingarmunur er at finna
millum bæði sagnorðini.
4.2.3 Nútíðar lýsingarháttur
(sagnarnavnorð / gerundium)
Dømini í nútíðar lýsingarhátti eru so fá sum
fýra, tvey við blíva og tvey við verða, og er
grundarlagið tí ikki nóg mikið til at lýsa
útbreiðslu og møguliga merking. Hetta økið
verður tí ikki umrøtt her.
4.2.4 Tátíð og tátíðar tolsøgn (Preter-
itum og preteritum passiv)
Tilfarið í tátíð verður ikki viðgjørt her. Úrs-
litið verður kortini víst í ritlýsingini (eins og
hinar tíðimar) sum framsøgn fyri umrøðu
av málsligari ávirkan og tí, ið kann hugsast
at liggja fyri framman. Viðvíkjandi máls-
ligari ávirkan hava vit annan vegin ávirkan
í skúlanum við málreinsandi (puristiskari)
kós, ið hin vegin stendur í andstøðu til nú-
tíðar árinið úr øðmm málum, t.d. donskum
og enskum.
4.3 Ritlýsing av tilfarinum
Úrslitið av teljingini sambært hátti umrødd-
ur í nummar 4.2 omanfyri gevur ritmynd
sum sýnt ávikavist í Mynd 1 fyri blíva, og
Mynd 2 fyri verða.
I stuttum sýna ritmyndimar:
V Eyðsýnlig miðsavnan av verða í nútíð,
bæði í einfaldari tíð og tolsøgn,
V Jøvn útbreiðsla millum sagnorðini í ein-
faldari nútíð,
V j tátíð, bæði einfaldari og tolsøgn, tykist
blíva mest natúrligt, tá tað stendur mill-
um hesi bæði sagnorðini.