Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 80
78
NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI
BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTlÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM
Mynd 2 - VERÐA H Aldursst*g Aldursstig ■ Aldursstig ■ Aldursstig
12-19 24-50, útb. í Fø. 24-50, univ.útb. uttanlands yvir 65
Navnháttur: Einf.nútfð: Nútiðar tols.: Nútiðar lýs.: Tátið: Tátíðar tols.: Núliðin tið: cr Framtið: Táliðin tíð: Trcytaháttur:
vcrða vcrður/vcrða vcrði/vcrður/vcrða Markað ♦ -andi varð/vórðu varð/vórðu vorðið/cru vorðin/ fcr/fara at hcvði vcrðið skuldi/átti at
+ lýs. + lýs -nir/-nar vcrða; vil vcrða verðið
Formur av sagnorðum í nýtslu; taldur bert eina ferO fyri hvønn
5.0 VIÐGERÐ
5.1 Tilfarið í nútíðar tolsøgn
(Presens Passiv)
Framløga av hesum forminum, sum í roynd
og veru er varandi leiti, skal gerast við setn-
ingi Nr. 6 úr Mynd 3 sutn dømi:
(Nr. 6) ...man skal ikki fara frá teimum vanligu
orðunum, sum verða brúkt í skriftmálinum....
Vit síggja, at her er einki gerðarsagnorð,
hjáliður ella annar varandi tilfarsliður í
eykasetninginum, ið lýsir varandi gerð. Av
teim trimum leitisbólkunum hjá Friedrich
hava vit eyðsæð her bólkin, ið hann rópar
‘grundleggjandi’, av tí at leiti er “overtly
marked in the morphology”. Fletta er so, tí
at í setninginum finna vit, hvørki gerðar-
sagnorð ella hjáorðaliðir, ið geva ‘saman-
seting’ (t.v.s. adverbial-compositional).
Hetta merkir, at her er eingin “interaction
between the features in the verb and peri-
pheral, adverbial elements” (sin ámillum
ávirkan millum sermerki í sagnorðinum og
týdningarlítlar, hjáliða luteindir) (Friedrich,
1974:37), ið avgera leiti, sum í hesum døm-
inum er varandi gerð. Við hesum sum
grundarlag fara vit at hyggja at tí, ið kann
hugsast at liggja í sagnorðinum verða.
At varandi leiti kemur av nútíðar tol-
søgn, er ikki í sjálvum sær sermerkt fyri før-
oyskt. Sama er galdandi fyri norðurlendsku
málini yvirhøvur av tí, at formurin sigur frá
tí ófúllfíggjaða, og lýsingin skilvíst strekkir
seg báði aftureftir og frameftir í mun til
nútíðarsjónarhornið. Tað er soleiðis ikki
formurin, ið hevur áhuga, men tað, at verða
so týðiliga verður valt firam um blíva fyri at
málbera varandi støðu. Tað er millum annað
henda sannroynd, ið leggur grundarlagið
fyri hugleiðingum um merkingarligan skil-
nað millum tey bæði sagnorðini.
Mynd 3 niðanfyri sýnir nøkur dømi úr
tilfarinum, ið liggur til grund fyri ritmynd-
irnar omanfyri:
Um vit greina sundur setning Nr. 1 kann
neyvan verða sagt, at heimildarfólkið (ið
svarar upp á spurningin um, hvussu før-
oyskt eigur at verða tosað) málber eina vón
um, at utað verður tosað so føroyskt sum nú,
men at tað kann væl broytast við tíðini”.
I leldur ikki kann sigast, at heimildarfólkið
aftan fyri Nr. 8 (í einum orðaskifti um