Fróðskaparrit - 01.01.2007, Qupperneq 81
THE DISTRIBUTION OF THE TWO AUXILIARY VERBS
BLÍVA AND VERÐA IN MODERN SPOKEN FAROESE
79
Verða
Nr 1 ...telduspøl verða mest gjord á enskum máli...
Nr 2 ...at tað verður tosað so føroyskt sum
nú...
Nr 3 ...ja, so verður flogið ella siglt...
Nr 4 ...ikki ein setningur verður byrjaður í tosi nú uttan at...
Nr 5 ...eplini sum verða dyrkaði í Føroy-
um...
Nr 6 ...man skal ikki fara frá teimum vanligu orðunum, sum verða brúkt í skriftmál-
inum...
Nr 7 ...tað verður kjakast aftur og fram...
Nr 8 ...tað verður meir skipað...
Nr 9 ...ov nógv tíð verður brúkt til teldur og
sjónvarp...
Nr 10 ...í samband við ferðavinnuna verður
nógv tosað um at...
Nr 11 ...eg haldi ikki, tað verður nógv ferðast til útoyggjar...
Blíva
Nr 12 ...eg trúgvi, tey eldru blíva eisini ávirk-
aði av sjónvarpinum
Nr 13 ...sum ikki blíva aksepteraði...
Nr 14 ...tá blívi eg eitt sindur sjokkeraður...
Nr 15 ...at tey ikki blíva forbronglaði og um-
sett til føroyskt...
Nr 16 ...german tað, at tey blíva irriteraði inn
á...
i
Nr 17 ...summi blíva provokeraði av...
Nr 18 ...at vit blíva isoleraði...
Nr 19 ...tey blíva uppforstraði við tí í skúlan-
um ..
Nr 20 ...líka mikið um hann blívur keyptur...
Nr 21 ...summi orð sum blíva gjord...
Nr 22 ...tey blíva ikki so nógv brúkt...
Mynd 3. Av tí, at varandi gerð er í miðdeplinum, skal ikki verða viðgjørt, um lýsingarháttur eigur at vera
lýstur at hava sagnorða- ella lýsingarorðavirði. Kortini verður víst til tilvísing Markeys til Lindroth (1906), ið
sigur, at vaksandi lýsingaorðavirki á lýsingarháttin var tengt at tørvinum íyri ‘bliva’ íyri orðingar í tolsøgn
(Markey, 1969:7). Tað hevur áhuga her, at sambandið tíð/leiti hjá Lindroth verður hildið at hava ávirkað
gongdina í norðurlendskum viðvíkjandi merking av ‘bliva’, og skal henda grein lýsa aðra gongd í føroyskum.
barnaítróttin) heldur, at “tað verður meir
skipað, sum nú er, men, at tað fer ikki at
halda á”. Líka skeivt verður at siga, at
heimildarfólkið aftan fyri Nr. 9 (í hugsan
síni um ítriv hjá børnum) hevur ætlað sær
at siga, at “ov nógv tíð verður brúkt til teld-
ur og sjónvarp, sum nú er, men, at hetta fer
skjótt at batna”! Eisini í Nr. 3 (ið er svar upp
á spurning um atkomu-møguleikar til
Mykines) málber røðarin nakað um eina
áhaldandi støðu, sum er og sum vil halda á
frameftir: nevnliga sannroyndin um, at