Fróðskaparrit - 01.01.2007, Síða 82
80
NAK.RAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI
BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTlÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM
farast kann út hagar bæði luft- og sjóvegis.
Hinvegin er Nr. 1 eitt, ið heldur meir kjak
kann standast av. Lítandi á part 3.4 nið-
anfyri, skal ávísast, at røðarin við at nýta
formin, ið merkir endurtakandi gerð her
vil sýna eitt slag av áhaldi í endurtiknu
gerðini, ið kann samanberast við støðu. Við
øðrum orðum kann sigast, at røðarin lýsir
eina áhaldandi støðu. Longur frammi í
samrøðuni sigur røðarin seg ørkymlast um
fylgjurnar av hesi støðu, t.v.s. tí harða og
óvælkomna árini á móðurmálið úr enskum
vegna mongdini av enskum ravtøkniligum
tilfari, ið boðið verður børnunum.
Við at greina sundur dømini høgrumegin
í talvuni, eru tað Nr. 12, 18, 19 og 22 við
blíva, sum avmarka sagnorð, ið kunnu sig-
ast at vera varandi gerð sambært tí, ið her
verður viðgjørt. Nr. 12 snúði seg um máls-
liga árinið úr sjónvarpsrásunum, ið má sig-
ast at áverka flest øll, eldri sum yngri. Nr.
19 snúði seg um nútíðar frálæru í skúlanum,
meðan Nr. 18 og 22 var tos um nýggjyrði.
Nr. 21, við lýsingarhátti av gera, er endur-
takandi gerð. Tað er ikki óvist, um setn-
ingurin kann hava somu merking sum Nr.
1, tað vil siga, at vit hava at gera við eitt slag
av áhaldi í endurtiknu gerðini. Hetta er kort-
ini langt frá eyðsýnt. Ein møguligur
‘streymur’ av nýggjyrðum vil neyvan fara
at koma í somu mongd, so at samanberast
kann við framleiðslu og útvarping av ensk-
um tilfarið, t.d. filmar, tónleikur, sjónvarps-
tættir, ravtøknilig spøl og annað, ið floymur
inn á marknaðin.
Dømi Nr. 14 og 17, og Nr. 20 ið snúðu
seg ávikavíst um val av málføri og keyp av
vøru, eiga at kunna greinast sum endur-
takandi gerð, kortini uttan leiti av varandi
gerð. í Nr. 14 sigur heimildarfólkið seg at
vera ‘sjokkeraður,’ tá onnur velja at koyra
danismur og altjóða orð burtur (dømi var
‘elifantur’). Tað er kortini heldur ivasamt,
um hetta er ein áhaldandi støða, so at hann
er at finna í eini áhaldandi ‘sjokk-støðu’ eins
og støðan, ið verður lýst í samband við Nr.
1. Nr. 13 og 15 verða greinað sundur at vera
endandi gerð. Heimildarfólkini tosa um
avbjóðingar hjá teimum, ið fáast við orða-
gerð, og verður sagt ávikavíst, at orðini ofta
“ikki blíva alcsepterað(i)“, og at “tey ikki mugu
blíva forbronglað og umsett til føroyskt“.
Viðvíkjandi nýtsluni av blíva, saman-
borið við verða í nútíðar tolsøgn, er vert at
leggja tey fylgandi veruligu viðurskifti til
merkis:
• Bert 14 av tilsamans 118 heimildarfólkum
nýttu blíva í hesum forminum. Av hesum 14 eru
so 11 dømi tikin við í Mynd 3 og viðgjørd om-
anfyri. (Tilfarið niðanfyri vísir, at hini trý eru
dømi við trimum av somu sagnorðunum í lýs-
ingarhátti, sum eru við í Mynd 3, og eru tey tí
heldur ikki tikin við);
• Viðvíkjandi blíva í hesum forminum eru bert
fýra dømi, ið kunnu lýsast sum varandi gerð;
• Eins og lýst omanfyri, er ein partur av sagn-
orðunum í lýsingarhátti í hesum 11 dømunum
lænt orð, sum t.d. akseptera, sjokkera, irritera,
provokera, isolera;
• Hin vegin, viðvíkjandi dømum við verða, sýn-
ir úrvalið í Mynd. 3 (og eisini í tilfarinum) at
sagnorðið, ið fylgir í lýsingarhátti, so at siga
altíð er eitt orð úr føroyska orðatilfeinginum. í
roynd og veru var so, at lænta orðið dyrka var
einsamalt millum øll 149 dømini.
Tað er tí orsøk til at spyrja, um nýtsla av
læntum orðum í lýsingarhátti man ávirka,
hvat tey 14 heimildarfólkini velja sum av-
markað sagnorð (finit verbum), tá tað stend-