Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 89
THE DISTRIBUTION OFTIIETWO AUXILIARY VERBS
BLÍVA AND VERÐA 1N MODERN SPOKEN FAROESE
87
tann, ið er grund undir (ci) og tískil verður
hin rætti, bæði í bending og sambært hevd-
bundnum máli. Uppá spurningin um, hvat
er skeivt við (03), varð svarað umleið so-
leiðis: “tá tosa vit bert um tað, ið er beint
nú”. Hetta vil siga, at setningurin ikki tekur
framtíð uppí. Ein eykaroynd varð gjørd við
at spyrja trý fólk á Fróðskaparsetri Føroya,
og mettu tvey av teimum, at tað er hjálpar-
sagnorðið verða, ið er grundarlag, ið so vil
siga, at (02) verður røtt bending. Hin triði
hugsaði, at eisini (03) man kunna góðkenn-
ast, men hann legði dent á, at setningurin tá
einki hevur í sær um framtíð. Við øðrum
orðum var hann soleiðis samdur við hinum,
ið vórðu spurd.
Vit skulu síggja, at við hinum fyrr
nevnda fara at um framtíðar gerð er heldur
ivasamt, um tað kann nýtast við blíva í
staðin fyri verða:
(di) tað man fara at verða liðugt áðrenn ta tíð
*tað man fara at blíva liðugt áórenn ta tíð
(d^) eg haldi ikki, hatta fer at verða áhugavert
*eg haldi ikki, hatta fer at blíva áhugavert
Eisini her; um setningurin við verða í (di)
og (d:) hevur rætta bending, so má sama
kunna sigast um blíva. Tá roynd varð gjørd
við at spyrja tey somu 12 heimildarfólkini,
søgdu 11, at tey vildu ikki góðkenna møgu-
leikan við bliva. Um hetta kann sigast, at
fara at verða hevur eina málfrøðiliga merk-
ing, ið kann umsetast við ‘become’, t.v.s.
sum eitt BROYTINGARSAGNORÐ, Og tykist
hetta eisini at vera so við blíva. Hinvegin
tykist verða einsamalt at hava merking av
báði ‘become’ og ‘remain’, sum vit hava
sæð niðanfyri. Ein skilvís útlegging av hes-
um tykist tí vera, at fara at + blíva í sama
setningi verður ikki góðkent hjá heimildar-
fólkunum, tí hetta verður sum at ‘tosa upp í
saman’. Stutt og greitt, at seta tvey sagnorð,
ið hava somu merking beint undir liðina av
hvørjum øðrum, verður ikki hildið at vera
sambært hevdbundnum orðalagi.
Her skal skoytast uppí, at (d:) allarhelst
man hoyra heima í tí meir formliga málin-
um, og kanska av teirri orsøk ikki hóskar
saman við blíva. Setningurin er kortini ikki
so formligur, at hann má sigast at vera bók-
mentaligur. Víst verður á Sandøy et al.,
2003:106, har eitt lítið yvirlit er yvir form-
ligu/óformligu málstigini í føroyskum.
5.2.1 Bliva stongtfyri varandi gerði
Fyri at fáa meir at vita um í hvønn mun val
av hjálparsagnorði verður ávirkað av um-
sagnarliðinum, og hvar hann hoyrir til á
málstigunum, varð seinri avgjørt, at gera
uppaftur eitt setningspar (e), ið eisini varð
roynt við at spyrja seks heimildarfólk. Um-
sagnarliðurin, ið valdur varð, var hvønn-
dagsliga orðið stuttligur. Við hesum kann
dømið ikki bólkast i meir formliga stigið
eins og dømi (d:) omanfyri. Vit skulu leggja
til merkis at heldur ikki (e) hevur nakað
tíðarsagnorð, ið merkir varandi gerð:
(e) liattar verður ikki stuttligt lijá teimum
*hattar blívur ikki stuttligt lijá teimum
A henda hátt kann nakað sigast um eina
støðu, ið ein annar er komin í, og har røð-
arin vil siga, at, sum frálíður, fer støðan ikki
at vera góð. Støðan er longu veruleiki, og
hon er ein neilig støða, sum kann hugsast at
vara eina tíð, ja, kanska ár.