Fróðskaparrit - 01.01.2007, Qupperneq 92
90
NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI
BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTÍÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM
orðini blíva og verða umskarast. Hugsast
kann, at blíva hevur markaðu merkingina
broytandi gerð, har tað framtíðarliga er
undirskilt orsakað av, at broytandi gerð
dregur tíðarskeiðið við sær. Hetta undir-
skilta viðvíkjandi framtíð tykist vera tað, ið
eitt av heimildarfólkunum nevnir ‘meir
futuristiskt’, meðan málfrøðiliga merkingin
broytandi gerð verður framsøgd ‘at verða
til nakað‘ av einum øðrum heimildarfólki. í
tilfarinum til greinina er ein mongd av
dømum at finna við leitinum broytandi
gerð og við undirskiltari framtíð í sær. Her
verða kortini bert nøkur fá tikin við:
og hann blivur móður... -> ‘og hann gerst móður...’;
ti tað blívur so tungt... -> ‘tí tað gerst so tungt...’;
tað skrivliga blívur bara torførari... ->‘tað skrivliga
gerst bara torførari...’;
mugu ikki bliva sofanatisk... -> ‘mugu ikki gerast so
fanatisk...’.
Eins og omanfyri, vil lítla royndin við at
seta inn gerast í staðin fyri blíva aloftast
verða til hjálpar fyri at fmna útav, um
setningurin hevur somu merking sum
‘become’. Fyri meginpartin av dømunum,
ið eru at fínna í tilfarinum, sýnist royndin
við gerast at virka.
Vit hava nú sæð, at blíva verður nýtt, har
leiti er broytandi gerð, meðan verða verð-
ur nýtt, har báði nútíð og framtíð skulu vera
við, ofta eisini har leiti er varandi gerð.
Kortini kann hugsast, at tað er verða, ið
eisini verður nýtt, har leiti er ómarkað. í
tilfarinum til greinina eru fleiri dømi um
tílík ómarkað leiti:
um tað ikki verður ein telda...
tá verður tnan noyddur at...
tað verður antin viðjlogfari ella við báti...
taó tosaða verður upp til hvønn einstakan lær-
ara
Dømini kunnu sigast at hava ómarkað leiti,
við tað at tað her snýr seg um almen
viðurskifti og sannroyndir:
-> ...um tað ikki verður ein telda (í hesum førin-
um, ið bami velur til ravtøknilig spøl, so verður
tað okkurt annað, sum t.d. ‘gameboy’);
-> (um ikki gongst sum hugsað) ...verður ein
noyddur at....;
-> ...tað, tvs. ferðir uttanlands, verða antin við
flogfarið ella skipi...;
-> ...tað munnliga (í skúlaflokkinum) verður upp
til hvønn einstakan lærara...
5.3 Málfrøðilig Merking av Blíva & Verða
5.3.1 Málfrøðilig merking við málsøgu-
ligum baksýni (diakron lingvistik)
Vit hava sæð, at umrøđdu dømini styðja
ástøðið um, at blíva ikki hevur somu íbornu
málfrøðiligu merlcingina av varandi gerð
eins og verða. Hettar hevur so við sær, at
blíva verður ikki góðtikið í einum høpi, ið
skal lýsa varandi gerð. Tí má setningurin
- tá so børnini blíva eldri - umsetast við
sagnorði, ið hevur merkingina ‘become’, av
tí, at tað er tilgongdin í sær sjálvari og
broytingin, ið skal lýsast ella umrøðast, og
ikki tann varandi støðan, tá tey eru vorðin
vaksin.
Hjá Markey (1969:191) fínna vit stuðul
fyri próvførsluni:
Prior to the earliest attestations of bliva in
Scandinavian (± 1350), Middle Dutch and
Middle Low German bliven had undergone a
semantic change so that it approached werden
in meaning.
Vit síggja av hesari frágreiðslu Markeys at
málfrøðiliga merkingin av ‘bliven’, tá tað