Fróðskaparrit - 01.01.2007, Qupperneq 93
THE DISTRIBUTION OF THE TWO AUXILIARY VERBS
BLÍVA AND VERÐA IN MODERN SPOKEN FAROESE
91
kom inn í norðurlendsku málini, svarar
saman við royndunum, ið eru gjørdar oman-
fyri. Hettar vil siga, at uppruna málfrøðiliga
merkingin tykist framvegis vera umleið hin
sama í føroyskum, samstundis sum málið
hevur varveitt veróa fyri at málbera broyt-
andi/byrjandi og varandi gerð saman.
Hetta er óivað frágreiðingin um, hví før-
oyskt ikki hevur havt tørv á sagnorðinum
‘forbli’ í sama mun sum hini norðurlendsku
málini.
5.3.2 Blíva og Verða: hjálparsagnorð
Fyri at lýsa munin milllum, hvussu blíva
kemur fyri í føroyskum i mun til í hinum
norðurlendsku málunum, skal at enda verða
víst á ta týðandi støðuna, at á føroyskum,
mótvegis hinum norðurlendsku málunum,
er sagnorðið blíva eitt greitt hjálparsagnorð.
Tað vil siga, at sagnorðið ikki kann standa
uttan umsagnarliðin:
(g) føroyskt:
hann fer, tú verður (verandi) her / Ihann
fer, tú blívur verandi her
*hann fer, tú verður / *hann fer, tú blívur
norskt:
han gár, du biil her
han gár, du bhr
danskt:
han gár, du bliver her
han gár, du bliver
Av teimum báðum pørunum á føroyskum
síg&ja vit, at verða heldur ikki ber seg at
sum blíva í nútíð, ið hevur tørv á navnkend-
um hátti (gerundium) av vera fýri at fram-
siga nútíðar varandi gerð (presens durativ).
Verða harafturímóti kann standa einsamalt
°g framsiga varandi gerð, um tað bert
stendur saman við staðarhjáliðinum. Eisini
hesi dømini vórðu roynd við at spyrja tey
12 heimildarfólkini. Tað skal strikast undir,
at viðvíkjandi døminum bliva verandi var
meginparturin av heimildarfólkunum á ein-
um máli, og bert tvey søgdu seg beinleiðis
at góðkenna tað. Ein av teimum tíggju, ið
svaraðu noktandi, segði, at omma hennara
møguliga hevði kunnað sagt okkurt sovorð-
ið, meðan hon sjálv og avgjørt børn hennara
ikki høvdu málborið seg soleiðis. Báði av
hesari royndini og royndunum omanfyri
verður niðurstøðan nú tann, at sagnorðini
bæði eiga at verða bólkað sum hjálparsagn-
orð, ein sannroynd, ið verður váttað hjá
Henriksen (Henrilcsen, 2000: 42).
6.0 Samandráttur og Niðurstøða
Tilfarið, ið er grundarlagið undir hesi grein,
gevur prógv um, at blíva er komið inn í før-
oyska málið fyri at verða verandi í eftirtíð-
ini. Við at greina útbreiðsluna av sagnorð-
unum blíva og verða í hesum tilfarinum,
hevur viðgerðin prógvað vísindaligu fram-
setingina undir 2.2 um, at í nútíðar, føroysk-
um talumáli er eitt frábrigdi at finna í mál-
frøðiligu merkingini av teimum báðum
sagnorðunum blíva og verða, og hetta hevur
við sær eina víðkan av hjálparsagnorðum í
málinum.
Frábrigdið í merkingini vil í dag siga, at
uppruna føroyska orðið verða hevur tikið/
varðveitt sítt pláss sum tað mest sjálvsagda
orðavalið fyri at framsiga nakað við var-
andi leiti, sum umfatar báði nútíð, framtíð
og tátíð, ið er nær. Hetta lýsir tann skilliga
munin millum verða og blíva sum
avmarkað sagnorð í nútíðar tolsøgn, har
bliva mestsum ikki kemur fyri .