Fróðskaparrit - 01.01.2007, Qupperneq 94
92
NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI
BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTÍÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM
Sundurgreining av dømum úr tilfarinum,
samstundis sum nýggj dømi vórðu gjørd til
at royna í spurningum, sum vórðu settir til-
vildarliga valdum heimildarfólkum, hevur
vist, at verða hevur íborna málfrøðiliga
merking av áhaldni, sum ikki er at finna í
blíva. Hetta vil siga, at blíva hevur mál-
frøðiligu merkingina broytandi gerð, tað
vil siga, somu merking sum ‘become’/
‘werden’. Verða, haraftur ímóti, verður
einahelst nýtt í høpi, har merkingin skal
vera bæði ‘become’/‘werden’ og ‘remain’/
‘bleiben’. Hetta ger grein fyri lutfalsliga
høga partinum av verða í einfaldari nútíð
fyri at framsiga báði nútíð og framtíð, antin
við leitinum varandi GERÐ, ella ómarkað
fyri leiti. Ein skilvís frágreiðing um tílíka
tilgongd tykist vera, at málið hevur ikki
havt tørv á tveimum hjálparsagnorðum, ið
skuldu vera samgild samnevni.
I øllum sagnorðatiðum, iroknað nútíð
har merkingin ‘become’ kemur fyri, tykist
blíva at vera í ferð við at skúgva verða til
síðis í talumáli. At blíva verður góðkent í
talumáli er óivað íkomið av málsligum árini
uttaneftir, serliga úr donskum. Hetta tykist
vera váttað í talumálinum hjá heimildar-
fólki, har setningsbygnaður og orðaval ann-
ars eru týðiliga merkt av fremmandari
ávirkan. Haraftur ímóti stavar tilgongdin í
málfrøðiligu merkingini heilt aftur frá eldri
málsøgu, har orðið blíva longu hevði merk-
ingina svarandi til ‘become’/‘werden’, tá
tað varð tikið upp í tey norðurlendsku mál-
ini úr miðal-lágtýskum og miðal-hollendsk-
um. Henda málfrøðiliga merkingin hevur
hildið sær óbroytt í føroyskum.
Tøkkir
Eg cri Sandøy Professara við Nordisk institutt, Uni-
versitetet i Bergen sera takksom fyri at hava sett rann-
sakandi spurningar og givið mær hentar ábendingar og
vegleiðingar, meðan eg havi arbeitt við hesari greinini.
Eisini Jeffrci Hcnriksen, fyrrverandi lcktari á
Føroya Læraraskúla, hevur uppiborið stóra tøkk fyri, at
hann vinarliga og í skundi segði ja til at lesa greinina úr
einum føroyskum málfrøðisligum sjónarhomið.
Takk eisini til Honnu S. Absalonsen á Fróðskapar-
setrinum, ið hevur lisið og rættað føroysku útgávuna
Eg vil takka bólkinum av heimildarfólkum, sum
við tolni og góðum áhuga svaraðu, tá eg um- og um-
aftur kom við nýggjum dømum og bað tey siga mær,
hvat tey hildu.
Eg eri Jóhonnu Barðdal professara takksom fyri
vinarliga svar hennara til spurningar mínar viðvíkjandi
blíva í íslendskum.