Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Blaðsíða 99
Grímukanningar byggja á ta hugsan, at reaktiónsmynstrið til málvari-
atión er ymiskt alt eftir, um tey spurdu eru medvitað ella ómedvitað um
endamálið við kanningini. Vita tey spurdu ikki, hvat endamálið við kann -
ingini er, er úrslitið ofta øðrvísi, enn tá ið tey vita, at kanningin snýr seg
um málhugburð ella málvariatión (Grondelaers og Kristiansen 2013). Tí
halda málgranskarar, at eitt slíkt óbeinleiðis, fjalt háttalag at kanna ómed-
vitaðan hugburð er væl hóskandi til hugburðskanningar av málvariatión
(Lambert o.fl. 1960; Kristiansen 2009).
2.2 Royndir við grímukanningum í Føroyum og grannalondunum
At gera grímukanningar í smáum málsamfeløgum, t.d. í smáum bygdum
við tøttum netverksbondum, kann vera ein stór háttalagslig avbjóðing.
Henda grímukanningin er ikki tann fyrsta, sum er gjørd í Føroyum. Ein
líknandi kanning varð gjørd í sambandi við eina norðurlendska verkætlan
Moderne importord i språkene i Norden (Jacobsen 2012), nevnd EvaEng.
Royndirnar frá teirri verkætlanini vístu, at tað vóru stórar avbjóðingar at
gera eina slíka grímukanning í Føroyum. Tann størsta avbjóðingin var tað
lítla samfelagið. Summi heimildarfólk kendu granskaran. Stundum hendi
tað seg, at heimildarfólk kendu røddirnar aftur. Tað kom eisini fyri, at
summi heimildarfólk høvdu hoyrt um kanningina frá øðrum, sum høvdu
verið við frammanundan (Jacobsen 2012:76–77).
Skal ein grímukanning vera eftirfarandi, mugu heimildarfólkini hvørki
kenna granskaran og ei heldur fólkini á upptøkunum. Fáa heimildarfólk-
ini minsta varhugan av, at kanningin snýr seg um mál, er hon virðisleys.
Og tað hendi við EvaEng.
Hóast EvaEng miseydnaðist, kundu svarini tó geva upplýsingar um
medvitaðan hugburð. Og har var eingin ivi: Tann føroyska gríman skor -
aði hægri enn tann enska á øllum skalum. Eitt líknandi úrslit kom til sjón-
dar í teirri íslendsku grímukanningini (Ewen og Kristiansen 2006:33–
48).
Tá ið grímukanningar verða gjørdar í Danmark, sæst sama mynstur
alla staðni, har kanningar verða gjørdar, nevniliga at standardmálið og keyp -
mannahavnardialektin verða hægri mett enn øll onnur brigdi av donsk um
talumáli (Kristiansen 2009). Henda støða er lík mynstrinum í øðrum
vest ur evropeiskum málsamfeløgum. Tað danska grímuháttalagið varð roynt
í Vesturnoregi sum partur av eini verkætlan um dialektbroytingar. Tann
norska kanningin vísti einki yvirskipað reaktiónsmynstur, tá ið fólk
vórðu biðin um at meta um málsligar grímur (Anderson 2010; Fossheim
Hugburður til variatión í føroyskum talumáli 99