Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Blaðsíða 104
Eystur oy: á Felagsskúlanum á Oyrarbakka (29 næmingar); Vágar: í Sør -
vági (17 næmingar); Norðuroyggjar: í Klaksvík (38 næmingar); Suðuroy:
á Tvøroyri (22 næmingar) og í Vági (19 næmingar). Fimm næmingar
krossaðu ikki av fyri, hvaðani teir vóru. Av teimum 204 næmingunum
vóru teir flestu føddir ár 2000, burtursæð frá átta, sum vóru føddir í 1999
og fýra, sum vóru føddir í 2001. Sambært Hagstovu Føroya svarar tað til,
at vit hava fingið svar frá umleið 30% av 2000-árganginum. Í talvu 1 er
yvirlit yvir skúlarnar og tølini á næmingum á hvørjum skúla:
Øki Bygd/býur Skúli Tal Prosent
Streymoy Havn
Eysturskúlin 31 15,2
Venjingarskúlin 43 21,1
Eysturoy Oyrarbakki Felagsskúlin 29 14,2
Vágar Sørvágur Sørvágs skúli 17 8,3
Norðuroyggjar Klaksvík Skúlin á Ziskatrøð 38 18,6
Suðuroy
Tvøroyri Tvøroyrar skúli 22 10,8
Vágur Vágs skúli 19 9,3
Skúli ikki upplýstur 5 2,5
Samanlagt 204 100
Talva 1: Yvirlit yvir skúlar og tal á næmingum á hvørjum skúla.
Okkara ætlan var at gera allar kanningarnar á teimum sjey skúlunum
sama dag, tann 22. oktober 2015, soleiðis at næmingar ikki skuldu kunna
siga øðrum næmingum frá um kanningina. Av praktiskum orsøkum
máttu vit tó gera kanningina í Suðuroy dagin eftir, tann 23. oktober. Men
eftir øllum at døma høvdu næmingarnir í Suðuroy ikki fingið frænir av,
hvat teir høvdu í væntu. Tað einasta, sum næmingarnir høvdu fingið at
vita frá skúla stjórunum, sum vit høvdu gjørt avtalu við, var, at teir skuldu
vera við í eini kanning, og sjálvandi greiddu vit ikki frá tí veruliga enda -
málinum. Tað vísti seg á øllum skúlum, at eingin næmingur hevði fingið
varhugan av, at kann ingin snúði seg um hugburð til dialektir, og tí virkaði
hetta háttalagið væl.
Feltarbeiðararnir vóru fólk við tilknýti til Føroyamálsdeildina á Fróð -
skaparsetri Føroya: Tvey vísindalig hjálparfólk, fýra studentar, ein medar -
beiðari í verkætlanini og annar høvundurin at hesi grein (Edit Bugge). Fyri
at sleppa undan tí møguliga vansa, at feltarbeiðararnir skuldu verða aftur -
Edit Bugge og Jógvan í Lon Jacobsen104