Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Blaðsíða 112
Vit kunnu sjálvandi ikki vita, um ein slík uppfatan var vanlig millum
næmingarnar og vita tí ikki, hvørja ávirkan ein slík uppfatan kann hava
havt á næmingarnar og á úrslitið av kanningini. Men tá ið grímurnar ikki
høvdu rúsdrekka sum evni í sínum samrøðum, átti hetta ikki at havt
ávirkað metingarnar av grímunum.
Einki av spurnabløðunum avdúkaði navnið á nakrari grímu, og hóast
næmingarnir kundu eyðmerkja dialektøkið (Suðuroy, Norðuroyggjar o.s.fr.),
vóru tað fáir, sum vóru førir fyri at staðfesta ta ávísu bygdina. Í summum
førum skrivaðu næmingarnir eitt navn, sum teir hildu fjaldi seg aftan fyri
grímuna, men hetta var ongantíð rætt. Júst hetta — at heimildarfólkini fara
at gita navnið á eini grímu — varpar ljós á eina av teimum stóru av bjóð -
ingunum: Hvussu eftirfarandi eru grímukanningar í einum lítlum sam-
felagi við tøttum og fleirføldum sosialum sambondum?
5. Samanumtøka og niðurstøða
Endamálið við hesi grímukanningini var at kanna ómedvitaðan hugburð
til dialektala variatión í føroyskum. Mynstrið í teirri opnu, beinleiðis kann -
ingini (her nevnd stigskipanarkanning, har ið næmingarnir vóru med-
vitaðir um endamálið) vísir týðiliga ein virðisstiga, har ið havnarmálið fær
hægstu raðfesting, meðan suðuroyarmálið fær lægstu raðfesting. Tá ið næm -
ingarnir vórðu bidnir um at siga, hvussu vakrar dialektirnar vóru, kom eitt
týðiligt lokalpatriotiskt mynstur til sjóndar, har ið næmingarnir í teimum
ymsu dialektøkjunum hildu sína egna dialekt vera vakrast. Hetta mynstrið
er átøkt mynstrum, sum eru funnin í øðrum evropeiskum londum (Grond -
elaers og Kristiansen 2013:31). Hinvegin vísti grímukanningin onga slíka
stigskipan millum dialektirnar. Eitt slíkt úrslit er ein stór avbjóðing. Hvussu
skulu vit tulka hetta? Tað eru fleiri møguligar tulkingar knýttar at hesi
mótsøgn millum ta opnu stigskipanarkanningina og ta fjaldu grímukann-
ingina.
Tey ymisku úrslitini í teimum opnu og fjaldu háttaløgunum verða ofta
sett í samband við munin millum opnar og sosialt góðkendar málnormar
øðrumegin og fjaldar og privatar málnormar hinumegin, íroknað fjalda
tign hjá ávísum brigdum. Stigskipanarkanningin kann tí tulkast soleiðis,
at hon vísir, hvat fólk halda um mál og málhugsjón í einum málsamfelag.
Kristiansen (2003:64) setur tey donsku mynstrini í opnum stigskipan-
arkanningum í samband við ta donsku standardmálshugsjónina. Hann
sigur soleiðis: “No doubt, these recurring rankings can be taken as a
reliable expression of the hierarchization of Danish varieties sustained by
Edit Bugge og Jógvan í Lon Jacobsen112