Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Blaðsíða 101
(1) Í gomlum sandoyar- og skúvoyarmáli: Avvarraðir formar, t.d.
[deːtʊɹ] fyri døtur, skjalprógvað í kvæðauppskriftum frá fyrru
helvt av 1800-árunum; nú broytt til ø í samsvari við skriftmálið og
føroyskt annars.
(2) Tann gamli affrikeraði framburðurin av j miðskeiðis í Suðuroy er
at kalla horvin í dag, har t.d. jørð varð framborið sum [ʤøːɹ].
(3) Samanfallið av ávikavist tj og kj og dj og gj breiðir seg alsamt um
landið.
(4) Broytingin -um > -un í hvørjumfalli fleirtali er farin fram í øllum
dialektum; um-framburður er skjalprógvaður í sandoyarmáli frá
tíðliga í 1800-árunum, sbr. Sandoyarbók (Long 1968–1982).
(5) Í suðuroyarmáli er tann gamli e-framburðurin av æ víkjandi: “Der
ser ud til at være en udvikling i gang, hvor nordlig udtale af <æ>
gradvis erstatter Suðuroy-udtalen i en del ord”, t.d. [breːv] >
[brɛaːv] — ivaleyst ávirkað av miðføroyskum og væl stuðlað av
skriftmálinum (Weyhe 2015:418).
(6) Tann dialektali fleirtalsformurin av nomina agentis-orðum, t.d.
lærara (serliga norðanfyri) víkir fyri lærarir og lærarar.
Í orðabók Svabos (Matras 1966) verða t.d. tjørn og kjógvi skrivað við kj, og
tað bendir á, at tj og kj fremst í orði eru fallin saman summastaðni í Før -
oyum í seinna parti av 1700-árunum. Viðhvørt skrivar Svabo orð, sum
søguliga byrja við tj og kj, bæði við kj og tj, t.d. tjøra og kjøra. Hetta síggja
vit eisini millum sjálvljóð, har Svabo t.d. skrivar aatjan (átjan), men økja.
Svabo skrivar t.d. vitja sum vikja. Niðurstøðan má tí vera, at samanfallið
millum tj og kj er komið rættiliga langt í 1700-árunum.
Tá ið Hammershaimb í Færøsk Anthologi sigur, at munur verður
gjørd ur á tj og kj í Suðuroy og lutvíst í Eysturoy og Norðuroyggjum
(Hammers haimb 1891:LXIV), so liggur í hesi orðing, at aðrastaðni í land -
inum eru hesi ljóðini fallin saman. Men Hammershaimb sigur einki um,
hvørt saman fallið er í framljóði og/ella millum sjálvljóð. Byrjanin til
samanfallið millum tj og kj er eftir øllum at døma væl eldri enn tað (sbr.
Svabo omanfyri), men samanfallið er ikki gjøgnumført í øllum føroysk-
um dialektum.
Sólvá Jónsdóttir sigur, at dialektirnar í Norðurstreymoy førka seg frá
staðbundnari variatión móti einum regionalmáli (Jónsdóttir 2005). Ta
somu niðurstøðuna koma Kári Jespersen og Magni Arge til í síni kanning
av suðuroyarframburði (Jespersen og Arge 1985). Ásleyg Johannesen
Hugburður til variatión í føroyskum talumáli 101