Búreisingur - 15.05.1902, Page 12

Búreisingur - 15.05.1902, Page 12
tíTHEIMURIN. T jit hava nú eygleitt kultúrini, hvussu hon áður átti heim langt ’ inni í Ásialandi og síðan doyði burtur aftur, hvussu hon frá Egyptalandi gjðgnum Fønikarnar náddi framm til Grikkarnar og haðan víðari til Rómarnar, og vit hava sæð, hvussu eisini hin grisk-rómarska kultúrin. eftir at hava lagt undir seg allan hin tá kenda heimin, fall saman fyri teim atsóknum, Germannar og aðrir gjordu á Eómararíkið. Enn meiri hava vit sæð, hvussu ðll hesi nýggju fólkaslðgini, ið nú stovnaðu ríkir og konga- dømir á grundini hjá tí gamla Rómarafólki, meiri ella minni sugu upp í seg tað, sum enn var eftir av teirri gomlu kultúrini, og vit hava sæð, hvussu henda kultúrleivdin tók at mennast og nørast, táið Evropamenn gjðgnum krossferðirnar komu í samband við Muhámedánarnar, sum yvir í eysturlondunum hðvdu lært at kenna hina gomlu grisku kultúrina, og vit hava sæð, hvussu kultúrin hjá Evropamonnum enn meiri vax og øktist, táið Evropamenn sjálvir og beinleiðis leitaðu aftur til hinar grisk-rómarsku bókmentir og kultúrkelđur, og táið teir funnu sær framm eina snildi eftir aðra, og táið teir gjðrdu hinar stóru landafundirnar. Nú var ikki sum áður i fyrndini eitt einkult einvaldandi kultúrland, men nú vóru fleiri, størri og minni, kultúrlond, ið hvðrt fyri seg royndi at skapa sær sítt egna kultúrtungumál. Hegartil hevði eina mest hin katólska kirkjan borið kultúrina framm í Evropalondunum, men nú tekur kultúrin alt meiri og meiri at loysa seg út frá kirkjuni. Yit vóru í síðsta blaði komnir framm til tað bilið um ár 1500 eftir Kristi føðing. Tann streymur (ella teir streymar), ið rekur í mannasðguni í teim nú fylgjanđi hundraðárunum upp til hina sonevndu stóru revolutiónina (kolveltingina) ár 1789, er í stórum so háttaður: Tann mótistððan móti ti katólsku kirkjuni, ið longu langar tíðir hevði verið uppi, vax og ger

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.