Búreisingur - 15.05.1902, Qupperneq 12
tíTHEIMURIN.
T jit hava nú eygleitt kultúrini, hvussu hon áður átti heim langt
’ inni í Ásialandi og síðan doyði burtur aftur, hvussu hon frá
Egyptalandi gjðgnum Fønikarnar náddi framm til Grikkarnar og
haðan víðari til Rómarnar, og vit hava sæð, hvussu eisini hin
grisk-rómarska kultúrin. eftir at hava lagt undir seg allan hin
tá kenda heimin, fall saman fyri teim atsóknum, Germannar og
aðrir gjordu á Eómararíkið. Enn meiri hava vit sæð, hvussu
ðll hesi nýggju fólkaslðgini, ið nú stovnaðu ríkir og konga-
dømir á grundini hjá tí gamla Rómarafólki, meiri ella minni
sugu upp í seg tað, sum enn var eftir av teirri gomlu kultúrini,
og vit hava sæð, hvussu henda kultúrleivdin tók at mennast
og nørast, táið Evropamenn gjðgnum krossferðirnar komu
í samband við Muhámedánarnar, sum yvir í eysturlondunum
hðvdu lært at kenna hina gomlu grisku kultúrina, og vit hava
sæð, hvussu kultúrin hjá Evropamonnum enn meiri vax og
øktist, táið Evropamenn sjálvir og beinleiðis leitaðu aftur
til hinar grisk-rómarsku bókmentir og kultúrkelđur, og táið teir
funnu sær framm eina snildi eftir aðra, og táið teir gjðrdu hinar
stóru landafundirnar. Nú var ikki sum áður i fyrndini eitt
einkult einvaldandi kultúrland, men nú vóru fleiri, størri og
minni, kultúrlond, ið hvðrt fyri seg royndi at skapa sær sítt
egna kultúrtungumál. Hegartil hevði eina mest hin katólska
kirkjan borið kultúrina framm í Evropalondunum, men nú tekur
kultúrin alt meiri og meiri at loysa seg út frá kirkjuni.
Yit vóru í síðsta blaði komnir framm til tað bilið um ár
1500 eftir Kristi føðing. Tann streymur (ella teir streymar), ið
rekur í mannasðguni í teim nú fylgjanđi hundraðárunum upp til
hina sonevndu stóru revolutiónina (kolveltingina) ár 1789,
er í stórum so háttaður: Tann mótistððan móti ti katólsku
kirkjuni, ið longu langar tíðir hevði verið uppi, vax og ger