Búreisingur - 15.05.1902, Síða 30

Búreisingur - 15.05.1902, Síða 30
98 Handilsflotin í Danmork og framfar hansara í 19. old. Føroyar uppskrivaðar við 8 skipum uppá 206 commerciel lestir; sama árið átti ísland 11 skip uppá 234l/a commerciel lest. Arið eftir áttu Føroyar 11 skip uppá 484 register tons og Island 12 skip uppá 498 register tons. I fyrsta parti av 19. ðld áttu Føroyar uppaftur eftir fleiri hundraðár teirra egna skip; tað var »Royndin friða«, ið Páll Nólsoy smiðaði av einum vraki, ið st.randað var i Suðuroy; men tað gekk ikki nógv árini út (jvf. Jakob Jakobsen: Povl Nolsø). Fyri 1868 er einar tvær reisur eitt føroyskt skip nevnt í frágreiðingunum frá teim skipum, ið komu við Keypmannahavn; men, sum áður nevnt, eru Føroyar ikki tiknar við uppí skips- upptalningarnar fyrr enn 1868. Hin føroyski skipaflotin var, táið árið 1901 gekk út, hesin: 2 guvuskip uppá 409*/* register tons I qU tonnagan 75391/., r<t_ 93 seglskip — 7120 — — | A somu tið átti íslanđ: 32 guvuskip uppá 2300 register tons I ðn tonnagan 660() r tons 99 seglskip — 4300 — — | Nú hyggja vit eina lotu uppá hitt størsta guvuskipið, ið Danmðrk hevur, »Oskar hin annar«, ið hitt sameinta guvuskipsfelagið eigir. Longdin á tí er 515 føtur, breiddin 58 føtur og tonnagan (farmarúmdin) er 10,000 tons. Tað er smíðað við ti eygnamiði at føra útflutningsmenn til Amerika, og hevur tað rúm til 81 ferðafólk á fyrsta klassa, 60 á ððrum klassa og 800 á triðja klassa. Ein fær eina litla hylling á støddini, táið hann sær teir menninar, ið standa har frammi á stavni. Javna vit hetta bílætið saman við bílætið av »Caledonia«, síggja vit rættuliga, hvat framfar guvuskipini hava átt. |Ein dagin, eg sum vaniigt var uppi í tí stóri kongaligu bókagoym- sluni, áá eg loitnant Engelsted sita har og blaða í bókum. Táið eg forvit- naðist eftir, hvat hann hevðist at, spurđi hann meg, um »Búreisingur« legði nakað lag í at fáa eina frágreiðing frá framfarinum hjá danska skipa- flotanum í tí farna hundraðáririum. Og her hava vit nú hansara arbeiði Hetta er fyrstu ferð, »Búreisingur« hevur fingið tilfar frá manni, ið ikki er Faroyingur; hevði tað nú heldur ikki verið síðstu ferð! A. O. E vensen].

x

Búreisingur

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.