Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 30
98
Handilsflotin í Danmork og framfar hansara í 19. old.
Føroyar uppskrivaðar við 8 skipum uppá 206 commerciel lestir;
sama árið átti ísland 11 skip uppá 234l/a commerciel lest. Arið
eftir áttu Føroyar 11 skip uppá 484 register tons og Island 12
skip uppá 498 register tons.
I fyrsta parti av 19. ðld áttu Føroyar uppaftur eftir fleiri
hundraðár teirra egna skip; tað var »Royndin friða«, ið Páll
Nólsoy smiðaði av einum vraki, ið st.randað var i Suðuroy; men
tað gekk ikki nógv árini út (jvf. Jakob Jakobsen: Povl Nolsø).
Fyri 1868 er einar tvær reisur eitt føroyskt skip nevnt í
frágreiðingunum frá teim skipum, ið komu við Keypmannahavn;
men, sum áður nevnt, eru Føroyar ikki tiknar við uppí skips-
upptalningarnar fyrr enn 1868.
Hin føroyski skipaflotin var, táið árið 1901 gekk út, hesin:
2 guvuskip uppá 409*/* register tons I qU tonnagan 75391/., r<t_
93 seglskip — 7120 — — |
A somu tið átti íslanđ:
32 guvuskip uppá 2300 register tons I ðn tonnagan 660() r tons
99 seglskip — 4300 — — |
Nú hyggja vit eina lotu uppá hitt størsta guvuskipið,
ið Danmðrk hevur, »Oskar hin annar«, ið hitt sameinta
guvuskipsfelagið eigir. Longdin á tí er 515 føtur, breiddin 58
føtur og tonnagan (farmarúmdin) er 10,000 tons. Tað er smíðað
við ti eygnamiði at føra útflutningsmenn til Amerika, og hevur
tað rúm til 81 ferðafólk á fyrsta klassa, 60 á ððrum klassa og
800 á triðja klassa. Ein fær eina litla hylling á støddini, táið
hann sær teir menninar, ið standa har frammi á stavni. Javna
vit hetta bílætið saman við bílætið av »Caledonia«, síggja vit
rættuliga, hvat framfar guvuskipini hava átt.
|Ein dagin, eg sum vaniigt var uppi í tí stóri kongaligu bókagoym-
sluni, áá eg loitnant Engelsted sita har og blaða í bókum. Táið eg forvit-
naðist eftir, hvat hann hevðist at, spurđi hann meg, um »Búreisingur«
legði nakað lag í at fáa eina frágreiðing frá framfarinum hjá danska skipa-
flotanum í tí farna hundraðáririum. Og her hava vit nú hansara arbeiði
Hetta er fyrstu ferð, »Búreisingur« hevur fingið tilfar frá manni, ið ikki er
Faroyingur; hevði tað nú heldur ikki verið síðstu ferð! A. O. E vensen].