Fróðskaparrit - 01.01.1970, Blaðsíða 46
54
Fríggjadagstrúgv og fríggjadagsnøvn
Tvinnanda rák gera vart við seg hesum viðvíkjandi í før-
oyskari tjóðtrúgv, og ganga tey hvørt sín vegin.
Annað, ið kanska hevur fornari røtur, vil vera við, at tað
hevur eydnu við sær at vera borin í heim fríggjadag: »hvørki
gandur ella annar veikansskapur kann ráma fríggjadags-
barnið.*1 Henda trúgv kemur til sjóndar í søgnini um ganda-
kallin Árant í Svínoy. »Adlir í Svínoy høvdu fingið nakað
frá sær, segði Árant seinnameiri, uttan hin langi slúrurin í
Gulaksstovu: honum kundi hann einki gera, tí hann var
fríggjadagsbadn, føtt firi middag.«2 1 seðlasavni føroysku
orðabókarinnar á Fróðskaparsetri Føroya er hetta til skjals um
fríggjadag sum eydnudag: »Lukkubadn føtt fríggjadag«. Upp-
skrivað hevur Jakob Jakobsen, ikki uppgivið, hvar á landi.
— »Fríggjadagsbarn. Person, der er født paa en Fredag, og
som derfor ikke kan rammes af Trolddomskunster, forudsat
at vedkommende er opkaldt efter Fredagen«. Almenn trúgv
— Móðir sagt.« Frá Símuni av Skarði. — »Ein maður segði
við gandakellingina í Skúvoy: »Meg fært tú ikki gandað, eg
eri fríggjadagsfoli og føddur i hjálma«. Frá Mariu Skylv
Hansen3.
Øvugt hesum er so trúgvin, at fríggjadagur er mesti óeydnu-
dagur í vikuni. Um alt landið er tann trúgv enn á døgum
vanlig, at ikki fylgir eydna við verki, ið farið verður undir
fríggjadag; nógv eru tey enn, ið himprast við at fara í nýtt
plagg á fyrsta sinni á hesum vikudegi, og ikki eru tað so fáir
skiparar, ið royna at laga tað soleiðis, at ikki verður lagt í
hav fyrstu ferð á árinum ein fríggjadag. Jens Pauli Andreasen
(seinni: í Dali) byrjar grein sína »Á triðja sinni í Grønlandi
við Knørri« við hesum orðum: »Vit fóru avstað úr Føroyum
(av Havnini) leygardagin 11. juni. Ikki tí, væl kundi verið
farið fríggjamorgun, tí lidnir vóru vit hóskvøldið á miðjunátt,
1 Símun av Skarði: Pátrúgv í Hálendum Skotlands og í Føroyum.
Varðin XI (1931), 219.
2 Jakob Jakobsen: Farøske Folkesagn og Æventyr (Kbh. 1898—1901),
152.
3 Sbr. R. K. Rasmussen: Gomul føroysk heimaráð (Thvn. 1959), 24.