Fróðskaparrit - 01.01.1970, Blaðsíða 64
72
Hústrúin í Húsavík
engang kom til Uenighed om Markeskiæls trætte mellem Huse-
vig og Skarvenæs; disse glimtes en heel Dag, og disse Spoer
saaes et heelt Aar, og der blev opvælt store Steen af deres
Fødder, og den gamle Enevold stod til Vinding. Derefter
Guttorm Asbiørnsen, Joen Guttormsen, som var den første
Lejlænding, der boede paa Dalsgaard i Skaalevig; Joen Joen-
sen Skaalevig, Katrine Joens Datter gift med Simon Thomas-
sen i Kirkebøe, Katrine Simons Datter gift med Hans Joen-
sen Skaalevig, Joen Hansen Skaalevig, Andreas Joensen
Skaalevig, Maren Andreas Datter gift med Clemend Johannes-
sen Skaalevig, Daniel Clemendsen, Joen Danielsen, og hans
Søn Daniel Joensen Skaalevig, nu levende.
Sagnet er ordret afskrevet efter en Original, som Hr. David-
sen ejer.
Seinasti maður í ættargreinini omanfyri er tann kendi søgu-
maðurin Jógvans Dánjal ella Dánjal á Oyri, men eftir Sands
søgu4) kann tað ikki vera hann, ið skrivað hevur, heldur man
tað vera bóndin á Stovuni ella í Dalsgarði.
Av tí, ið framlagt er, sæst, at Skálvíksbóndin, hvør hann
so var, Davidsen og Schrøter skrivaðu Hustruen og søgdu
sjálvandi hústrúin. Slúttiligt er, at soleiðis hava fólk sagt, men
í hesum líki kom orðið ikki á prent.
Uttan at nevna heimildarmenn sínar nýtti V. U. Hammers-
haimb bæði í ferðafrágreiðingini frá 18485) og í søgnini6),
sum prentað var fýra ár seinni, tað eldra orðasniðið húsfrú(in).
Hann man hava hildið, at tað dansktljóðandi orðið hústrú,
sum fólk kendu so væl úr bíbliumálinum, og sum Rafn um-
setti til »Kone«, hevur verið óhóskandi heiti fyri so mæta
kvinnu. Hann hevur so í hesum føri sum í øðrum fylgt ráðum
N. M. Petersens »at leita eftir upphavsforminum aftan fyri
tann avbronglaða framburðin«7). At hann nærum 40 ár seinni
í Færøsk Anthologi broytti heitið til húsfrúgv(in) prógvar
óbeinleiðis, at soleiðis hevur tilgongdin verið: var formurin
rættur av fyrstantíð, var óneyðugt at broyta. Av uppskriftum,
sum liggja eftir dr. Jakobsen, sæst, at í nítiárunum hevur hann