Fróðskaparrit - 01.01.1970, Blaðsíða 358
366
Um ærgistaðir og ærgitoftir
ingarveggur. Nú vóru húsini skilað sundur í tvey rúm við tvør-
veggi eftir miðjuni, tó tað sýnast tey ikki hava verið av fyrstu
tíð. Tað man vera gjørt seinri, tí at undir tvørvegginum er
farvegur av øskulind, ið helst er ein teirra, vit finna í niðara
rúmi, har ið fannst føst gólvskón, í støðum ógviliga hørð, av
leirsandi og í minsta lagi av tveimum greiniligum øskulindum
oman á yvirhøvur steinsettum gólvi. Tað er óivað steinsett, tí
at húsini, tá sum nú, stóðu á vátlendi. Mest øska var vituligt
uttan um eldstaðin, ið stendur í samankomingini millum norð-
ara langvegg og fyrr nevnda tvørveggin. Hann er gjørdur av
longum, reistum hellum, so til bar at hava botnin á hesi
grúgvu, sum hon væl má heita, væl hægri enn gólvið. Øsku-
fláirnar í henni skiftu frá reyðgulum liti til tann fagrasta
djúpreyða. Niður við ein av grúgvusteinunum var í øskuni
eftir enda sett stórt ílátabrot úr óglaraðum (føroyskum?) leiri,
og á gólvinum framman fyri grúgvuna stóð sessur av stabba-
gróti, sum tey mega hava baksað hagar langa leið.
Fleiri ílátabrot, av sama slagi sum tað í grúgvuni, sløddust
ymsar staðir í gólvskónini. Einki annað av týdningi varð
funnið.
3. mynd er av syðra helmingi toftarinnar; veggurin, sum
professarin stendur á, er tann móti ánni. Fremst sæst ovari
duravangi og høgrumegin partur av tvørvegginum. Fólkini
aftanfyri hyggja at snøggum laðingum, ið har eru móti og á
báðum áarbøkkum. Tær fáa neyvan verið annað enn støði
undir brúgv, ið skuldi sýnst óneyðug um so mjáa og grunna
á sum hesa.
ÚRTØKA
Húsini sjálv siga okkum einki. Men við tað at leiríláta-
brotini eru av bollum, ið hava víkingaaldardám, og skráset-
ingin vísir, at føroysku ærgini av fyrstu tíð hava samband
við vissar víkingagarðar, man ikki vera ovboðið at tíðarfesta,
í minsta lagi ærgið í Ergidali, til somu øld, sum Matras tíðar-
festir ærgini í Bretlandi, t. e. 900 árini. Somu ærgi munna tó