Fróðskaparrit - 01.01.1970, Blaðsíða 273
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
281
Fram um alt var DíSrikur veiðimaSur, sum fyri dag, áðrenn
fuglur var farin av reiðrinum ella komin á vatnið, fór inn á
Stóravatn (viðhvørt niðan á Lítlavatn). Har laðaði hann
brúgvar, og har bygdi hann stilli. Har skeyt hann fugl, mest
ritu, og har fiskaði hann síl. Summi siga hann at hava teknað
og kanska málað inni við vatnið, goymdur í stillunum20, onnur
(Sv. J.) at hava málað skotna fuglin, tá ið hann hevði borið
hann heim til hús — seinru árini (frá um leið seinast í 1840-
árunum) í smiðjuna í Gomlustovu21. Hann kann hava gjørt
bæði, sum umstøður og veður hava verið til.
Allar frásagnir eru samdar um, at myndirnar eftir Díðrik
hingu í glasi og ramma á stovubróstinum í Kárastovu. Men
tá ið komfýrur (ein frásøgn, Sv. J., sigur eisini ovnur) kom í
húsini um aldamótið, gekk ikki long tíð, áðrenn rammarnir
flaknaðu sundur22.
20 Allar frásagnir eru samdar um, at Díðrikur rak gomul ross út á
Stóravatn (viðhvørt eisini Lítlavatn), skeyt tey og lat tey liggja sum
lokkuagn til fuglin. E. A. leggur her afturat, »tá ið so fuglurin kom og
setti seg á raeið, lá hann har í nánd og teknaði«.
21 H. K. & Kl. P. siga frá jarnsmiðjuni, Gomlustovusmiðjuni, sum var
norðan fyri ánna. Har anbeiddi Guttormur (f. 1826), sonur Símun í
Gomlustovu. Hann hevði lært á Argjum. Eftir Guttorm tók sonurin Símun
við. Hann var ikki lakari smiður enn faðirin, hóast hann bara hevði
lært hjá honum, men skuldi hava betri handalag.
22 Heilt vist er ikki, nær ið hetta hendi, men Sá. M., f. 13. 10. 1897,
minnist skilliga, tá ið tey fingu komfýr í Kárastovu. Hann heldur seg í
mesta lagi hava verið 3 ára gamlan. Eisini minnist hann skilliga nøkur
ár seinri, at eina náttina duttu — alt eina nátt ísenn við øgiligan gang —
allar myndirnar niður, eisini aðrar enn tær eftir Díðrik, í glasi og ramma,
t. d. Jesus á Krossinum. Hetta kann so ikki vera hent seinri enn í 1903.
Tí Th. J., sum var lærari í Húsavík, Dali og Skarvanesi 1903—11, og
sum helt skúla í Kárastovu, minnist skilliga, at tá høvdu tey komfýr, men
einki um at hava sæð hesar myndirnar tá, eins og hann ongantíð hoyrdi
nakran siga írá, at Díðrikur málaði, men at »hann skeyt inni á Stóra-
vatni og legði garðar, so hann kundi liggja fjaldur innanfyri«. E. A. sigur
frá Skúvoy, at har hildu tey myndirnar hanga uppi, til Kárastova var
tikin niður f 1920-árunum. — Vit síggja, at stórur hevur ansurin ikki
verið fyri hesum myndum ella fyri Díðriki sum málara. Har kunnu væl
hava verið fleiri myndir, tí tær, sum nú eru til skjals, eru einans varð-
veittar, t£ at tær vóru goymdar inni í gomlu bíbliuni.
19 — Fróðskaparrit