Fróðskaparrit - 01.01.1970, Blaðsíða 274
282
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
Vit vita ikki, um fleiri myndir eftir DíSrik hava verið í
Kárastovu enn tær fýra, sum enn eru til23. Men hava tær veriS,
so eru tær nú søplaSar burtur, tí roynt hevur veriS at leita.
Tær fýra vórSu bjargaSar á tann hátt, at tær vórSu lagdar
inn í gamla bíbliu frá 1589, sum var í húsinum, og endaSu viS
henni suSuri á Tvøroyri, tá iS KárastovufólkiS flutti suSur í
1920-árunum.
Myndirnar, sum vit nú vita um eftir DíSrik, eru sum nevnt
bara fýra24 (sí 1., 2., 3. og 4. litmynd):
1. mynd (34.3 cm breið, 21 cm høg) verður av øllum nevnd »Han'm og
hønan« og man bara vera roynd at endurgeva litaleikin í høsnaslagnum
(á Skarvanesi?).
2. mynd (37.8 cm breið, 23.8 cm høg) er av lunda, súlu, tjaldri, álku,
lomviga, toppantarsteggja og æðubliki.
3. mynd (34 cm breið, 21 cm høg) er av lunda, tjaldri, toppantarsteggja,
álku, lomviga, ritu, teista, skúgvi, svartbaki, kjógva25, villdunnusteggja,
23 T. d. Su. M. sigur, at fleiri myndir vóru í Kárastovu, Sá. M. aldri
hoyrt um, at aðrar myndir vóru, heldur ikki hoyrt um myndir aðrastaðir.
24 Tá ið E. Arge (1956) nevnir »8 í tali, sum eg sá, mest spógvar ella
spógvaslag, bæði við niðurboygdum og uppboygdum nevi....................Og
fuglarnir vóru í likams stød,«, so minnist hon skeivt. Tí tað er heilt
vist, at fleiri myndir hava ikki verið , í okkara tíð. — Onkur hevur
viljað verið við, at heima á Sandi — á Klettum (Hanin og hønan,
J. Fj. m.) og í Koytu (eitt tjaldur, H. K. & Kl. P.) — og í Skúvoy skulu
hava verið nakrar myndir. Men so tykist ikki at hava verið, eftir tí sum
nú ber til at fáa uppspurt har. — At mynd skal hava verið til av
deyðum smádreingi, sum Díðrikur skuldi hava teknað í tilkomnum liki
til konu í Skopun (frásøgn frá Jóannesi Dalsgaard { Hoydølum), man
ikki vera eftirfarandi. Ið hvussu er veit eingin annar um hesa frásøgn,
sum eisini í øðrum ikki kann vera álítandi.
25 Eg takki Andrias Reinert, biologhjálparmanni, Tórshavn, og Bernt
Løppenthin, yvirbókavørði, Keypmannahavn, fyri, at teir hava hugt at
myndunum saman við mær. — »Kjógvin er rættiliga ivasamur, men
javnt dimmur fitjufuglur við dimmum beinum, boygdum nevi og eyga,
ið er teknað á sama hátt sum á skúgvinum (skal vera brúnt), kann tó
illa vera annað enn kjógvi. Er tað kjógvi, átti nevið at verið meira
rætt innivið og bert havt krók á endanum, og snælda skuldi verið aftur
úr velinum, men kanna vit t. d. nevið á teistanum og velið á ternuni,
ber ikki til at leggja ov nógv í hesi brek, á ungum kjógva sæst eisini
lítið til snældu« (viðmerkingar A. Reinerts).