Fróðskaparrit - 01.01.1970, Blaðsíða 270
278
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
men tað mundi ikki vera so leingi« (Su. M.), og »heimaftur
við sær hevði hann málingarpenslar og annað sovorðið«
(Sv. J.).
Vit hava nú lyndi til at spyrja: Kann tað hugsast, at hann
í uppvøkstrinum hevur havt samband við fólk, sum givið hava
fuglamálningum gætur og sjálv kanska fingist við at tekna og
mála? Tíverri vita vit einki um hetta, men sagt verður11, at
ikki var óvanligt, at eitt nú Djurhuus-fólkini í Kollafirði tekn-
aðu. Presturin Niels Lassen Holm hevði miklan áhuga fyri
náttúruni, men um hann fekst við at tekna, er einki til skjals
um. — Hevur onkur sæð hann havt gávur og stuðlað honum
til at fara uttanlands at læra? Man hann hava roynt eftir
studningi til uttanlandsferð sína, ella man hann hava verið í
sambandi við onkran, sum hjálpa honum kundi í aðrar mátar?
Hvørki her í Havn ella í Keypmannahavn tykist nakað vera
at finna hesum viðvíkjandi12. Helst er hann farin avstað sein-
ast í juli ella í august mánaði 182813. Hvar hann hevur verið
11 Eisini hetta havi eg frá Andreas Djurhuus, Tórshavn.
12 1 Flavn er kannað, á landsskjalasavninum: Færø Amts Journal over
indkomne Sager. Litra E(a), 30. sept. 1826—31. dec. 1829. — Á lands-
bókasavninum: C. C. Rafn, nr. 1023 (kat. 1909) (í hesi stóru bók, skrivað
í hond, er eitt nú dagbók Rafns 1828—1830). — e 64. Brøv frá C. C. Rafn
(dóttir Rafns hevur skrivað av), við blýanti er pakkin merktur Mikkjal
Miiller. — 1 Keypmannahavn er kannað, á landsarkivet: 011 yvirlit yvir
»Privatarkiver«, heruppií roknað seðlasavn yvir allar »Brevskrivere«, og
tá ið leitað varð, varð serstakliga givið nøvnunum Lassen Holm, Landt,
Løbner, Pløyen og Tillisch gætur (umframt Didrik Sørensen). Løbner
kundi kent Díðrik, eitt nú var hann sjálvur uppi á Dímun í 1821 (Degn
1945). Flann hevði áhuga fyri fugli eins og báðir brøðurnir Tillisch og
eisini Pløyen. — Á rigsarkivet: Rtk. 373.58 Journal for færøske og grøn-
landske Sager. Litr. D 1822 5/2—1833 30/12. Rtk. 373.46 Kopibog for
Færøerne og Grønland. Nr. 4. 1822 11/1—1829 26/9. — Floved Journal for
den kongl færoeske Handel for Aaret 1827, General Ballance for Aaret
1827, Udtog af Vinden og Taben’s Conto for Aaret 1827, somu bøkur
fyri 1828.
13 1 Kjøbenhavns kongelige alene privilegerede Adressecomptoirs Efter-
retninger. 70. Aarg., nr. 194, tirsdagen 19. aug. 1828, sæst, at seinasta
skip til Føroya tað árið er farið í seinasta lagi 23. aug. — Hetta sam-
svarar við bræv frá Rafn til Davidsen, dagf. h. 22. aug. 1828. Fleiri
skip komu úr Føroyum í august 1828.