Fróðskaparrit - 01.01.1970, Blaðsíða 282
290
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
vísa til t. d. Anker (1955). Umframt tey verk, hann nevnir,
kunnu vit leggja afturat úr Onglandi bókaverkið eftir Bewick
(1826, fyrra útgávan tykist vera komin um aldamótið), sum
tó ikki (heldur enn Bechstein 1805—09) hevur litmyndir, og
úr Ameriku tað heilt sjáldsama verkið eftir Audubun (1827
—38), sum tó einki hevur um sjófugl. Heldur ikki tvska
verkið eftir Brehm (1831) eigur í hesum sambandi at verða
gloymt. Men seta vit okkum at blaða í hesum miklu bóka-
verkum, verða vit mest sum beinan vegin sannførd um, at
hava tey verið Díðriki fyrimynd (hann kann hava sæð tey,
eitt nú á Danmarkarferð síni), so hevur hann ikki tikið nógv
eftir teimum. Tí teir menn, sum har hava teknað og lagt litir,
hava verið meira listilærdir. Til er tó eitt norðurlendskt bóka-
verk um fuglar, sum vit noyðast at nevna burturúr í hesum
sambandi. Beint um tað mundið, tá ið Díðrikur fer til Keyp-
mannahavnar, fer maður har undir at geva út rættiliga glæstri-
bók í trimum bindum um »danske, færøiske, grønlandske og
islandske Fugle«. Tað er víða gitna verkið eftir /. E. C.
Walter (1828, 1832 og 1835). Og vit spyrja sjálvandi beinan
vegin, um tað er heilt av tilvild, at Díðrikur fer av landinum,
beint tá ið maður situr og fæst við at avmynda — eisini før-
oyskar — fuglar. Men, tíverri, tað tykist at hava verið av
tilvild. Hóast vit gjølla kanna verkini eftir Walter, er einki,
sum bendir á, at hann hevur havt samband við Føroyingar,
og fyri alt tað sigst Walter at hava verið maður, sum altíð
sat í sjálvdráttri. Myndir Walters eru, eins og myndirnar í
áðurnevndu fuglabókunum, av heilt øðrum slag enn tær, ið
Díðrikur málaði. — Men fyri tí er ikki sagt, at Díðrikur ikki
kann hava sæð hetta verkið. 1 Havn varð, aftaná at lestrar-
felag var stovnað í 1826, í 1828 (skipan staðfest av kongi
h. 5. nov. 1828, Jacobsen 1929 a) sett á stovn bókasavn, sum
eftir stuttari tíð fekk ein hóp av bókum. Heilt óhugsandi er
tað ikki, at Díðrikur á hesum bókasavni kann hava sæð hetta
bókaverk. Tí longu í 1834 keypti bókasavnið 1. bd., í 1835
2. og 1 1837 3. bd.38. Slík verk vórðu ikki vanliga lænt út av
36
Sæst úr teirri »Masseprotokol« (riteykabók) fyri innkomnar bøkur,