Fróðskaparrit - 01.01.1970, Blaðsíða 65
Hústrúin í Húsavík
73
mangan hoyrt fólk siga hústrúin8), men í bókum sínum skriv-
aði hann alsamt húsfrúgvin. Einans ferðina nýtti hann orðið
hústrú í staðin fyri tað gamla sniðið húsproya9).
Tó at vit kasta Hammershaimb og dr. Jakobsen fyri, at teir
við sínum skeivu skrivligu formum mundu køvt tann rætta
munnliga formin sjálvt í eystanbygdunum í Sandoy, skulu vit
føra fram teimum til undanførslu, at teir og flestu samtíðar-
menn teirra vistu ikki betur, enn at tey ymisku orðasniðini,
vit hava nevnt, og enn fleiri, merktu øll tað sama: kona ella
matmóðir. (Smbr. greinina husfru í Kulturleksikon for nordisk
middelalder VII). I orðasavninum til Færøsk Anthologi, sum
dr. Jakobsen greiddi úr hondum, lesa vit, at harra »bruges
kun som titel«, og at frú(gv) eisini kann merkja »fornem
kvinde«, men húsfrú(gv) er ikki annað enn »husfrue, hus-
moder« svarandi til, at húsbóndi merkir »husbond, husfader«.
Orðið hústrú slapp sjálvandi ikki upp í part hvørki í vanligari
ella neyvari stættarligari merking. Kortini er tað løgið, at dr.
Jakobsen ikki hevur rakt við hetta orðið, so ofta tað kemur
fyri í Diplomatarium Norvegicum og viðhvørt verður til-
skilað í navnalistanum eins og aðrir titlar.
Umleið 100 ár eftir at søgnin um hústrúnna var prentað,
skrivaði Jacob Jacobsen10): » í norrønum miðaldarmáli hevði
ein riddari altíð herra (harra) framman fyri navni sínum, og
kona hansara var nevnd frú. Var maðurin ikki riddari, men
kortini aðalsmaður, fekk kona hansara orðið hústrú framman
fyri navninum. Men eisini løgmenn, borgarmeistarar og ráðs-
menn, ið ikki vóru av aðalsætt, høvdu rættindi sum »hand-
gingnir menn«, og konan var hústrú.« (Smbr. Kulturhistorisk
leksikon for nordisk middelalder VI, 509 og 512).
Fyrst í greinini tykist Jacob Jacobsen at ivast, um hús-
frú(gv) og hústrú er tað sama, men við at samanbera teir
ymisku formarnar av orðinum (her blandar hann ta vanligu
merkingina av orðinum við sermerkingina omanfyri) kemur
hann til tað úrslit, at í miðaldarmáli hava orðini hústrú
(hustru) og húsfrú(gv) ávikavist verið norskur og føroyskur
tittul, og tískil nýtir hann hesi bæði orðini hvørt um annað.
6 — Fróðslcaparrit